Fríggjadagsmyndin – Je suis Charlie

Í síðstu viku segði eg, at eg fór at leggja eina fríggjadagsmynd út, eina mynd, sum inspireraði meg og sum kanska kundi kveika okkurt stuttligt hjá øðrum eisini. Men longu nú, eina viku seinni, fari eg at víkja frá hesi reglu. Hendan vikan hevur ikki verið ein, har inspiratión var tað, sum fylti mest, hetta hevur verið vikan, har nakað sum týdningarmikið sum frælsi til at hugsa og siga sína hugsan, hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Óhugnaliga álopið á blaðið Charlie Hebdo í París mikudagin bremsaði hugin at leita eftir vøkrum inspirerandi myndum.

Eg búði í Fraklandi í 5 ár fyrst í 90’unum, og nakað av tí, eg varnaðist fram um annað, var tann stóri munurin á tosingarlagnum í miðlunum og millum fólk í mun til í Føroyum. Øll søgdu tað, tey hugsaðu, og serliga var onki ov heilagt ella álvarsligt til at man ikki kundi flenna at tí eisini.

Láturin er ein ófatilig styrki. Hann kann taka broddin av tí óunnuliga, so vit fáa føturnar niðurat og kunnu hugsa, veruliga hugsa og ikki bara ganga amok í kenslum. Láturin setur hendingar og tankar í perspektiv. Tá okkurt ógvusligt ella tápuligt hendir, fara kenslur okkara á flog og teir rationellu tankarnir, teir, vit skulu nýta til at analysera, hvat veruliga er fari fram, fara á flog við teimum. Okkara analysur av hendingunum vera ikki longur rættar, vit taka partí og gerast ógreið og fara kanska heilt av sporinum. Kanst tú flenna at hendingini, fært tú tað neyðugu frástøðuna, sum ger, at títt vit og skil aftur fær ræði á huga tínum.

Í Fraklandi hevur tú altíð kunna flent at øllum, eisini tí mest álvarsliga. Hetta er frígerandi á meira enn ein hátt. Eg møtti í hesum landinum eitt tankafrælsið, sum eg ongantíð hvørki fyrr ella nú havi sæð/hoyrt í Føroyum. Tað var frígerandi.

At hetta álopið júst var í Fraklandi, rakti meg hart, nógv harðari enn um tað hevði verið í einum øðrum landi. Men kortini er tað kanska tað einasta landið, har hetta ikki fær fatalar fylgjur. Tað eg havi lisið í miðlunum seinastu dagarnar, hevur meira vón í sær, enn eg helt bar til at vænta. Tað er ikki haturið, sum hevur fyrsta pláss. Tað er tann rationelli tankin, tað er samkensla og vit og skili. Franskmenn siga, at hetta er ikki teirra gerandisdagur, tey kenna seg ikki aftur í hesi myndini av muslimum. Moderatir muslimar taka frástøðu frá ógerðini og talufrælsið kennist ikki hótt, tá upplagið av Charlie Hebdo bara verður fleirfaldað í staðin fyri at geva blaðnum munnkurv.

So mín fríggjadagsmynd verður hendan sterka myndin hjá Lucille Clerc:

charlie1

Myndina gjørdi Lucille Clerc, og ikki sum nógv hava skrivað á netinum, kendi gøtulistamaðurin Banksy.

Pennurin er sterkasta svørið. Vón er altíð fyri framman, um vit ikki lata okkum ræða til at tiga.

Her er annað týdmingarmikið at lesa:

  • Myndir aðrir teknarar gjørdu sama dagin, at heiðra minninum hjá kendu teknarunum, Charb,  Cabu, Wolinski, TignousHonoré, nakrir av teimum, sum lótu lív í álopinum. Í mínum eygum vóru tey hetjur. Tey tagdu ikki hóast hóttanir.
  • Áhugaverdir tankar frá Shazia Sarwar muslimskari kvinnu. So ótrúliga týdningarmikið, at tey ósamdu ikki bara tiga. Tann, ið tigur er samdur!

“Tá ið nasistarnir komu eftir kommunistunum, tagdi eg;
eg var ikki kommunistur.

Tá ið teir læstu sosialdemokratarnar inni, tagdi eg;
eg var ikki sosialdemokratur.
Tá ið teir tóku fakfelagslimirnar, tagdi eg;
eg var ikki limur í fakfelagnum.

Tá ið teir tóku jødarnar, tagdi eg;
eg var jú ikki jødi.
Tá ið teir komu eftir mær,
var eingin eftir, sum kundi muta ímóti.”

Martin Niemöller (1892-1984)

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *