Fríggjadagsmyndin – Eleonora á pallinum fyrstu ferð

Eleonora_barn

Eleonora var í gjár á pallinum fyrstu ferð. Eitt sindur óvon við støðuna, men hon fer helst at venja seg við tað so við og við. Hetta er hennara 9 ára gamla-persónligheit.

Fríggjadagsmyndin í dag er mín egna, tí í gjár var ein serligur dagur: Fyrsti venjingardagur av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”!!

Leikstjóri mín, Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg hittust fyri fyrstu ferð í mínum improviseraða venjingarhølið í eini vatnskæddari íbúð á Hoydalsvegnum, sum skyldmaður mín Egil Helmsdal, hevur verið so fittur at læna mær. Høli er í so lítið, men til at byrja við, man tað fara at ganga…

Leikarnarir fóru á pallin fyri fyrstu ferð og fyri fyrstu ferð sást veruliga, um palltjøld, rekvisittir og búnar riggaðu saman. Tað sær satt at siga ikki so galið út, hóast hvørki pallur ella leikarar eru heilt liðug; alt er kortini næstan liðugt.

Nú vit eru farnar undir at forma søguna á pallinum er greitt, at hesir næstu tveir mánaðarnir vera sera spennandi!

P.S: Um nakar er, sum hevur eitt tómt høli í uml. flokshølisstødd ella eitt sindur minni (men størri enn eitt gamaldags barnakamar), so hevði eg verið øøøøgiliga fegin. Har krevst sera lítið av rúminum, tað má bara vera turt og ikki ov kalt, men nýtist ikki at hava vindeygu, ein einkult stikkkontakt er nokk og onkur atgongd til wc; tað er í fínasta lagið, um tað bara er nær við og ikki í sama bygningi.

 

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *