Fyrstikkvesenes dikt – eitt samstarv

Á summri 2021 varð eg boðin á seminar hjá Norðurlandaráðnum: “PÅ TVÆRS AF NORDEN 3- Social holdbarhed i nordisk børne- og ungdomslitteratur” kallaðist tað. Tað var hildið í Rundsted í Danmark og høvundar, illustratorar og granskarar úr øllum Norðurlondum vóru til staðar. Høvundarnir vóru ella høvdu øll verið tilnevnd Barna- og Ungdómsviðrisløn Norðurlandaráðsins og eg hevði hit fleiri teirra áður.

Tað mest spennandi var ein 4 tímar verkstova, har høvundar og illustratorar vórðu makaðir og skuldu saman gera eitt verk, ið skuldi prentast í eina antologi frá seminarinum.

Eg slapp at vera illustratorur og arbeiddi saman við norska yrkjaranum Åse Ombustvedt. Vit høvdu bara hesar fáu tímarnar og nakað av ymsum tilfarið, pappír, litir, pinnar, plast o.a. Úrslitið av samstarvið okkara er hetta:

Øll antologiin kann takast niður her og alt um verkætlanina “På tværs af Norden” kann lesast á hesi heimasíðuni.

Her eru nakrar løtumyndir frá seminarinum:

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Fyrstikkvesenes dikt – eitt samstarv

  1. Pingback: Bókamyndir/ Illustrations – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *