Gott nýtt ár! Her kemur fríggjadagsmyndin

Longu nú eru vit annan dag í hesum spildurnýggja árinum, sum skuldi hava verið so gott so gott, ella tað søgdu tey, í hvussu so er, í 2007. Alt skuldi bara vera so nógv betur í 2015, Føroyar skuldi vera millum heimsins bestu lond at búgva í.

Tað eru bara brotpartar av visjónini, sum gjørdust til annað enn eina hvørvisjón, men visjónir eru kortini góðar at hava. Føroyar eru ikki vorðnar nevniverdigt betur at búgva í, serliga ikki hesi trý seinastu árini við hesum katastrofulandsstýrinum, men vit kunnu í hvussu so er vóna, at somu bandittar ikki sleppa at halda á at hóreiggja sær eftir næsta val. Vónandi fer veljarin (fyri eina ferðs skuld) at minnast okkurt at tí, sum er hent hesi árini.

Eg fari so at hava mína egnu visjónir fyri 2015. Tað týdningarmesta er at hava tað gott, at arbeiða nógv og við spennandi projektum og nýta væl minni av tí á tíðarslúkinum Facebook, sum kortini bara syrgir fyri, at eg síggi tað, eg vil síggja, og ikki tað, eg ikki vil.

Eg vil hava opin eygu og opin oyru, eg vil hugsa og liva. Mín hetja Tove Jansson hevði eitt gott motto: Arbejd og elsk! Tað fari eg at royna. Arbeiða við tí eg elski at gera og elska tey, sum eru verd at elska og gloyma tað og tey, sum ikki eru verd at spilla mína orku uppá.

Eg eri byrjað væl. Hendan næsta dagin í árinum havi eg skrivað næstseinastu søguna til eitt nýtt savn av stuttsøgum til børn og onnur. Søgan eitur “Søgur at goyma – ella gloyma”.

Eg havi avgjørt, at av tí at eg skal gera minni við Fjesbókina, so fari eg at blogga eitt sindur meira, tað er hóast alt meira skapandi, og okkurt samband má eg hava við umverðina, nú eg siti so eina við mítt skriviborð og í mínum verkstaðið. Eg fari millum annað at leggja eina fríggjadagsmynd út. Tað verður bara einhvør mynd, sum inspirerar meg, kanska ein eg sjálv havi tikið ella ein eg renni meg á á netinum. Bara ein heilsan, sum kanska kann inspirera onnur enn meg eisini.

Ársins fyrsta fríggjadagsmynd er hendan:

10420412_937641469579869_7001110736780297826_n

Eg rendi meg á myndina á eini fantastiskari myndasíðu á Facebook (eina av teimum, eg ikki fari at gera minni við at hyggja at, hóast eg minki um FB-nýtsluna), Deaprojekt Die Welt der Puppen eitur síðan. Eg finni ongastaðni upprunan til myndina, so orsaka, tú, sum hevur skapt hana. Hon er ótrúliga inspirerandi, at eg leggi hana út kortini. Onkur eigur hana, tað er vist, og um eg finni navnið, so fari eg at geva viðkomandi allan heiðurin. Sum nú er, fær myndin heiðurin av at tendra ljós mitt í januarmyrkrinum.

Gott nýggjár øll somul, má tað vera eitt ár, sum kveikir tað besta í okkum øllum!

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *