Hjartasuff ella gleðiróp

radioLoftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið “Úr luftini” í Dimmalætting, desember 1997

Mangt er at tríva í, um tú skalt tosa um sendingarnar hjá sjónvarpinum ella útvarpinum, tí skal eg heldur avmarkað meg til eini 2 – 3 evni, skulu vit antin kalla tey hjartasuff ella gleðiróp…..
Tað er fyrst skal nevna, er eitt sindur av báðum.

Hvønn mikudag, í tí tíðini vit føroyingar vanliga mest hugsa um okkara búk, – stutt sagt, tá “Tónleikur undir døgurða” plagar at vera, er ein sera áhugaverd sending á skránni í Útvarp Føroya, nevniliga “Heimskvæðið” hjá Kára Sverrasyni. Her hoyra vit tónleik úr øllum heimsins hornum og krókum, og sjálvandi er so ymiskt, hvussu hesin tónleikurin fellur tær í oyra. Tað, sum er so áhugavert, er, at vit hvørja ferð fáa søguna um hendan tónleikin við, hvør spælir ella spældi hann, hví tey spæla hann og hvussu hann varð til. Tú gerst eitt sindur ríkari av sovornum sendingum, opnari fyri hvussu ymisk vit øll eru á hesi klótu, og hvussu nógv vit innast inni hava til felags, tá vit fara heilt inn í sagnaheimin, sum ofta er upprunin til tónleikin.
Tað, sum er hjartasuffið her, er senditíðin! Hálvan tíma áðrenn døgurða er ikki ein tíð, har fólk vanliga hava stundir at seta seg niður at lurta við báðum oyrum. Um tú ikki longu hevur annað beini inn í bilinum at skunda tær heim at eta, so stendur tú kanska við høvdinum uppiyvir grýtunum, ikki júst tað sum bjóðar til konsentratión. – Og so verður hendan sendingin, sum ein av teimum heilt fáu í útvarpinum, als ikki endursend! Verður hetta veruliga bara roknað sum ein”gemen” plátuvendarasending? Nei, eg spyrji bara…..

Tað góðu mentanarsendingina “Vetrarbreytin” hjá Birgir Kruse, tími eg ikki at geva fleiri rósur beint nú, hann hevur í seinastuni fingið so nógvar, og tað hevði hon so sanniliga uppiborið. Tað sum eg líka vil bera við er “Basalt” hjá Sjónvarpinum. Endiliga er so ein mentanarsending aftur á skránni í sjónvarpinum, og tað kann ongin annað enn at gleða seg um. Men hví er hon so sjáldan?? Úrslitið er, at teir báðir vertirnir hava so nógv áhugaverd evni at tosa um, at tey skulu hava øll við í einari sending og tí fara í so grunt niður í evnini, og so hendir tað meir enn so, at evnini eru vorðin óaktuell. Ein sjónleikur gongur nú á døgum sjáldan meir enn 2 vikur, so hevur hann frumframførslu júst eftir seinasta Basalt, ja, so fær hann ikki innivist í SvF sum annað enn 1 minutt innslag í Degi og viku, og tað sama kann sigast um framsýningar, konsertir o.s.fr. men sjálvandi vóni eg, at hetta bara er talan um ein byrjanartrupuleika og at vit seinni fáa eina mentanarsending minst aðruhvørja viku, fyri ikki at siga meira………..

Mítt triðja evni er bara rósur….. Kanska er tað nakað seint at koma við tí, tí sendingarnar vóru upprunaliga sendar fyri fleiri árum síðani, men tá var eg altso ikki í landinum. Tað er sendingarnar “Upphav Føroya” eg tosið um. Her ber til at síggja hvussu heppi samstarv kann vera. Her eru tað Føroya Náttúrugripasavn og Sjónvarpið, sum hava arbeitt saman, so tann vitanin frá báðum pørtum er nýtt til fulnar. Myndirnar eru ótrúliga vakrar, og sera klárt og einfalt er greitt frá evnum, sum kundu verið torskild. Eg hugsaði við mær sjálvari, meðan eg sat og hugdi, at hevði onkur sent mær hesar sendingar, meðan eg var í útlondum, hevði eg kanska komið heim fyrr…….. Eg gleði meg til triðju sendingina.

Gott vikuskiftið.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *