Leingi er tað, ið væl skal vera. Hon sum róði eftir ælaboangum kom út í 2014. Í 2016 komu endiliga ummæli, ikki minni enn 2! (OG tað tók mær langa tíð, at hava stundir at leggja tey á netið…)
Her er tað fyrra av teimum. Sonja Schneider skrivaði í Sosialin tann 9. mars 2016:
Sonja sendi mær ummæli við teldupostið, so eg kann tí leggja tað út sum tekst her eisini:
Hon, sum hevur livað sítt alt ov friðarliga lív.
Ummæli av bókini ”Hon, sum róði eftir ælaboganum” eftir Rakel Helmsdal.
Bókin er innstillað til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins, sum verður latin í august 2016. Henda virðisløn verður latin annaðhvørt ár. Høvundar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi luttaka. Rakel var innstillað til hesa virðisløn í 2010 við bókini Várferðin til Brúnna.
Bókin kemur eisini við á listan IBBY Honor List 2016 (International Board on Books for Young People). Hesin listi verður givin út annaðhvørt ár og umfatar bøkur, sum eru framúrskarandi væl skrivaðar, teknaðar og týddar. Avgeðandi fyri úrvali er, at bøkurnar verða mettar at umboða tað besta í barnabókmentum í heimlandinum.
Eg taki ta nýggjastu bókina hjá Rakel í hondina, tá ið eg tørni inn. Hon, sum róði eftir ælaboganum.
Eg suffi.
Eg orki ikki, hugsi eg. Orki ikki at lesa um sjálvmorðshótt ung og sinnisliga sjúk foreldur. – Tað er í stuttum tað, sum eg higartil haldi meg hava hoyrt um bókina…Hesi evni hava verið ein stórur partur av arbeiðslívi mínum tey síðstu 10 árini. Tí suffi eg.
Perman er tung í reyðum liti og svørtum. Ætlar hon, sum stendur ovast á tromini, at tveita seg í havið? Eg hyggi gjøllari. Hon stendur so føtt, kropsburðurin er opin og álitisfullur, hon tekur ímóti lívinum, vísir tí ikki frá sær. Vindurin fýkur í hárinum og í kjólanum, og á reyðu luftini eru tónar, nokk so kámir, men har eru nógvir sekstandadeilstónar, haldi eg meg síggja.
Hví rør hon eftir ælaboganum? Hevði væntað, at hon rann eftir ælaboganum. Vendi bókini, áh, har er ein hvítur árabátur við eini gentu í. ”Søgan um Argantael er um sálarkvøl, um ov lítlan og ov nógvan kærleika, um sakn og angist hjá eini ungari kvinnu,” stendur uppi yvir myndini.
Tað er seint, men eg lesi og lesi. Havi hug at lesa bókina út í eitt, tí hon er bæði spennandi og hugfangandi. Men eg haldi, at eg má bíða við restini til í morgin, so eg uppfangi alt ordiliga.
Eg eri púra paff av bókini. At Rakel hevur skrivað um so tungar tilveruspurningar á henda hátt, so spennandi, hugtakandi og flótandi og í støðum poetiskt, tað undrar meg. Mær hevur altíð dámt væl bøkurnar hjá Rakel, og Veiða Vind er ein dýrgripur í mínum privata bókasavni, men henda bókin er heilt øðrvísi, ætlað einum øðrum aldursbólki, og eg siti við kensluni av, at Rakel dugir kanska betri at skriva til ung og vaksin – og gomul, sum meg – enn til børn.
Fremst í bókini sigur Rakel, at hon hevur lurtað eftir Enigma Variations hjá Edgar Elgar, meðan hon skrivaði. Kanska er tað tí, at kapitlarnir eru rættiliga ymiskir og ójavnir til longdar, onkur er tólv síður, onkur annar bara hálvaaðru síðu, men kortini hevur søgan ein fastan bygnað.
Í fyrstuni tykist søgan traditionel, byrjanin við at Argantael stendur og skræðir dagbókina sundur og tveitir leparnar á sjógv og framhaldið, har hon minnist pápa sín greiða pápabeiggjanum frá, hvussu sinnisliga ørlig, mamma Argantael var. Men so kemur eitt annað flog yvir søguna.
Søgan gongur fyri seg uppá gott eitt hálvt døgn, frá seint leygarkvøld til nakað út á sunnudag. Í hesum tíðarbili roynir Argantael at finna ein máta at gera enda á sær sjálvari.
Ímeðan ferðast hon aftureftir í tíð og vitjar farna hendingar, so at lesarin fær innlit í nógv viðurskifti í lívi hennara. Hetta serliga vinalagi við Sebastian; tey eru sálarsystkin. Har er Ena, vinkonan, sum hevur nógv øðrvísi uppvakstartreytir enn Argantael við einum pápa, sum drekkur og bukar hana og mammu hennara. Hjúnabandið hjá foreldrum hennara frá tí, tey vóru nýforelskað. Forelskilsi í Dagani, sum Argantael er púra býtt uppií. Og so kemur Morgana upp í leikin. Morgana við tí reyða hárinum og tí frælsa sinnalagnum, Morgana, sum ger, sum henni lystir. Argantael leingist sjúkliga eftir henni. – Men hvørji bond eru millum Dagan og Morganu? Hvat hendir teirra millum?
Hetta, at vera kynsliga drigin móti báðum kynum, verður í bókini lýst við hita og innlivan. Lýsingin av tí sterka atdráttinum millum Argantael og Morganu í kapitlinum Várofrið er á einum øðrum støði enn restin av bókini og sera poetisk. Várofrið er skrivað, meðan høvundin lurtaði eftir Le Sacre du Printemps hjá Igor Stravinskij. Tað sigur kanska eitt sindur um tónleikin hjá Stravinskij, at hann flytir inspiratiónina á eitt annað støði.
Søgan ferðast aftur og fram í tíð og flættar hendingar í lívinum hjá Argantael saman við líknandi hendingum í lívinum hjá Sebastiani. Hon sigur frá sinnisliga sjúku mammuni og kensluliga kalda pápanum, sum kanska ikki er so kaldur, men heldur afturlatin, aftur ímóti kensluliga heita pápa Sebastian.
Tíðin, aftaná at mamman hevur tikið seg sjálva av døgum. Tíðin, sum er ein marra og ein vanlagna, sum smittar. Hetta, at vanlagna smittar, kemur fyri fleiri ferðir.
Hvussuleiðis Argantael vinnur á síni sálarkvøl, skal eg ikki siga her, tað byggir seg líðandi upp í síðsta kapitli gjøgnum eitt støðugt vaksandi crescendo, sum verður steðgað mitt í klimaks. Ein sera flottur endi, sum ber framhaldið av søguni í sær innan í lesaranum.
Bókin er sum heild skrivað í løttum, flótandi máli. Kapittulin, har pápin greiðir beiggjanum frá hjúnabandi sínum, er eitt sindur knortluttur; tað speglar kanska pápan, sum ongantíð hevur dugað at tosa um seg sjálvan, og tá ið hann ger tað, verður tað knortlutt.
Onkur orð og vendingar eru, sum eg undrist á. Hvat feilar verður sagt fleiri ferðir ( hvat bagir). Pápi var við til mína føðing ( pápi var við, tá ið eg var føddur), tekur hana um miðjuna (tekur um miðjuna á henni) og orð sum feikur og ignorera.
Onkur mynd er eitt sindur óheppin, serliga tann at ælabogin kleyrar niður í ein dýrgrip, Lundshúsini. At kleyra okkurt niður fyri fót er at oyðileggja tað so at siga, og í hesi hending stendur annað beinið á ælaboganum beint niður í húsini hjá ommu Argantael, húsini, sum hava verið hennara friðskjól í barnaárunum, húsini, sum hon skal arva. Eisini hongur myndin av ælaboganum saman við hesum nýggju, ókendu kenslum, hon hevur fyri Morganu. Morganu, sum hon vil gera alt fyri.
Bókin er sera væl egnað til næmingar í 9. og 10 flokki og í miðnámi antin til frílestur ella til høvuðslestur, tí at hon nemur við fleiri evni, sum er sera viðkomandi hjá ungum í dag.
Tað kann vera, at nógv vaksin ikki tíma at lesa bøkur, sum snúgva seg um ung, tannáringar, men eg haldi, at henda bókin er ein perla til vaksin fólk eisini.
Føroyar kunnu vera stoltar av, at vit verða umboðað við hesi bókini. – Tað skuldi ikki undra meg, um hon vann…