Høvundamerkstova: Skriva ein “gysara” – At ræðast undir tryggum umstøðum

Tann 26. – 28. februar verður ein høvundaverkstova í skúlanum við Gøtugjógv. Verkstovan er ein av trimum á verkstovum á “Listaskúlin á ferð” í Eysturkommunu, sum er eitt tiltak hjá Listaskúla Føroya. Har vera eisini tvær aðrar verkstovur, so tað verður eitt sindur sum eitt lítið “Ung í Føroyum” fyri ein breiðari aldursbólk. Nú kunnu so tey, sum eru vaksin frá Ungum í Føroyum, endiliga tekna seg til listaverkstovur aftur 🙂
Skráin fyri vikuskiftið og allar praktiskar upplýsingar viðv. verkstovunum eru at lesa HER.

Um høvundaverkstovuna kann sigast:

2016-02-03  123936Vit ræðast ræðusøgur og vit elska tær. Frá vit vóru børn dámdi okkum at vera rødd undir tryggum umstøðum, at skelva av ræðslu væl vitandi um, at tað vit lósu/hoyrdu/sóu bara var ein søga.

At siga frá spøkilsissøgum í myrkri bara við stearinljósi, at nísta, tá onkur nam við teg ella ein hurð fór upp. Vit verða drigin at tí ræðandi og tað er stuttligt at finna uppá.

skrivaJúst tað fara vit at gera á hesi verkstovuni. Vit fara at leita eftir tí, sum vit ræðast mest og síðani pilka sundur og seta saman, benda og toyggja eina góða søgu burturúr. Vit fara at ræða hvønn annan undir tryggu umstøðunum í skúlanum við Gøtugjógv. Eitt vikuskiftið við hugna og óhugna, sum vit seint fara at gloyma.

2016-02-03  123852Verkstovan er fyri bæði leik og lærd. Tey, sum eru von at skriva, fáa eitt skump og ein nýggjan vinkul og tey, sum júst eru byrja, fáa hjálp at seta ferð á og leypa upp frá. Verkstovan vendir sær til tey, sum fegin vilja skriva søgur, sum fáa hárini til at reisa seg

Vart tú á persónmenningarverkstovuni hjá Listaskúlanum í heyst, er hetta eitt frálíkt høvi til framhald, men tað er ikki neyðugt, fyri at vera við.2016-02-03  124220

Verkstovan er ein av trimum á “Listaskúlin á ferð” í Eysturkommunu. Har vera eisini tvær aðrar verkstovur, so tað verður eitt sindur sum eitt lítið “Ung í Føroyum” fyri ein breiðari aldursbólk. Nú kunnu so tey, sum eru vaksin frá Ungum í Føroyum, endiliga tekna seg til listaverkstovur aftur 🙂
Skráin fyri vikuskiftið og allar praktiskar upplýsingar viðv. verkstovunum eru at lesa HER.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *