I write because… – Ungir føroyingar á høvundaskúla í Svøríki

Fyri fjórðu ferð vóru føroyingar bodnir við á spennandi høvundaskúla á vakra norðurlendska skúlanum Biskops Arnö, sum liggur á lítlu oynni við sama navni í stóra vatninum Mälaren í Svøríki, uml. 70 km frá Stockholm.

Vit fingið trý pláss í ár og tríggjar ungar gentur teknaðu seg. Tíverri gjørdist ein teirra sjúk dagin fyri vit skuldu fara, so vit frá bara tríggjar avstað, tveir luttakarar og undirritaða, sum er lærari á skúlanum.

Skeiði vardi frá 31. juli til 4. august. 25 ung i aldrinum 15 til 18 ár úr Føroyum, Svøríki, Noregi, Danmark og Finlandi tóku lut. Seks rithøvundar vóru lærarar, Ida Linde, Svøríki, Eirikur Örn Norðdahl, Ísland, Maret Anne Sara, Sapmi, Oscar Rossi, Finland, Jessie Kleeman, Grønland og Rakel Helmsdal, Føroyar.

Hesar dagarnar royndu ungu høvundaspírarnir seg innan ymsar bókmentagreinar, yrking, frásøgn, ljóðpoesi, leik o.a. Tey fingu møguleikar at fara longu á leiðini tey longu kendu og at fara á rannsóknarferð á nýggjum leiðum, tey ikki kendu, samstundis sum tey lærdu hvønn annan at kenna at kanska fingi vinir fyri lívið.

 

Hetta var 4. ferð føroyingar eru við á høvundaskúlanum og teir bólkar, ið hava verið undanfarin ár, hava enn samband sínamillum. Hvør veit hvørji áhugaverd høvundasambond koma í framtíðini?

Her eru nakað av tí tey ungu søgdu, tá vit spurdu tey, hví tey skrivað:

 

  • I write to discover the world and myself.
  • I write so I can express the thoughts that make no sense.
  • I write to think about who I am, a way to process and imagine different aspects of life.
  • I write because I am sad, write to show my feelings.
  • I write because I have always liked it.
  • I think a lot better when I write, it’s easier to endure everything, when I write.
  • Writing is a tool to comprehend the world, to be understood and remembered.
  • Writing is a great part of what I do.
  • I write to be myself, to get away from being bullied.
  • I write because I like to read.
  • I just love writing.
  • I write because I like stories and language.
  • I write because I am a storyteller.
  • I have told stories since I was 3.
  • I look at the world differently than others, so I write.
  • I have always written. Writing is the only way I can be in control of the chaotic world.
  • Writing is my way of expressing myself, because I’m bad at talking.

Her eru nakrar løtumyndir frá døgunum á vøkru Biskops Arnö:

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.