Kavaórudding

Walking-on-Snow-4x6Vit hava altíð vita tað, men enn einaferð kunnu vit konstatera, at tað er í bili, at tú eigur at ferðast í Føroyum, persónbili væl at merkja!
Nú hesin vakri kavin hevur ligið í næstan eina viku, áttu vit satt at siga bara at vera eydnurík um at hava hann her við øllum tí vakra góða, stilla veðrinum og øllum tí ótrúliga ljósinum, vit knappliga fáa ókeypis her mitt í vetrarmyrkrinum. Men tíverri verður gleðin álvarsliga skerd, tá tú fert út í býin at ganga, tí her er snøgt sagt ikki framkomandi á apostlunum, og so slettis ikki, um tú dittar tær út við børnum í vogni.

Koyribreytirnar eru sum sleiktar frá tíðliga á morgni, har er onki óført, og tey siga, at hetta er eisini fyri at bussarnir skullu kunna koyra. So hava tey pussa gloriuna og halda seg hava givið teimum gangandi eina hond. Men hetta er bara at rætta okkum lítlafingurin og so sleppa honum, í tí vit skullu til at taka í, tí tey, sum skullu við bussinum, skullu í allarflestu førðum ganga eftir gongubreytunum fyri at koma til bussin!

Nú fari eg at taka eitt dømi uppá, hvussu ógjørligt tað er at ganga eftir gongubreytunum, bara fyri at illustrera:
Lat meg kortleggja mín persónliga gongutúr heimanífrá niðan á stovnarnar við báðum børnunum:

Vit fara frá húsum við vogni við einum barni í og so eg og dótturin til gongu. Longu tá vit koma til fyrstu gongubreytina renna vit okkum á 1. trupulleikan: Tað er nærum ógjørligt at fáa vognin út á gonguteigin, og hvaðna verri at fáa hann upp á gongubreytina hinumegin, tí har liggur ein høg fjallaketa av kava framvið gonguteignum báðumegin. Tað eydnast so eftir nakað av stríði, tíbetur uttan at verða yvirkoyrd. Vóru vit farin heima eitt sindur fyrri og vóru endaði í “myldritíðini”, er ikki vist, at vit vóru komin snikkaleys gjøgnum hetta.

Vit snara nú inn á eina minni síðugøtu millum tveir stórar vegin, ein vegur, sum nógv ganga, tí hetta er nær við ein skúla. Her er ongin kavi ruddaður, síðani hann kom í síðstu viku. Tað kundi havt verið í lagið, um bilarnir ikki høvdu sprutta salt inn á breytina. Nú er hetta sum at ganga í 30 cm tjúkkum, leysum putursukri.

So er altur ein gonguteigur við fjallaketum, síðani enn ein putursukurbreyt, síðani ein putursukurbrekka vit mugu royna at toga vognin niðan eftir, inntil vit koma til eitt lítið petti av vegi, sum er væl farandi eftir. Her hevur ongin rudda nakran kava, men heldur ongin koyrt ella saltað. Her er bara reinur samantrakaður kavi. Hetta strekki strúka vit avstað.

So aftur putursukurbrekkur og vandamiklar fjallaketur, omanbrekkur har vit noyðast út á koyribreytina, tí fjallaketan hesaferð er Á gongubreytini og so framvegis, til eg at enda noyðist at lata tey báðu smáu leiðast seinasta strekki niðan gjøgnum eina ógravaða, saltspruttaða gongubreyt beint við eina vøggustovu, meðan eg við tógvi stríð og hjartanum uppi í halsinum fái skumpa vognin niðan.
Huff, vit komu livandi niðan, men eg havi givið skarvin yvir. Eg koyri tey til og úr stovni til kavin er av. Eg vil ikki seta okkum lívið í vága eina ferð afturat.

Takk Tórshavna Býráð fyri at taka tykkum so væl av teimum gangandi. Fara vit at fáa stuðul til insulin, tá vit øll fáa konstatera diabetes2, tí vit ikki røra okkum longur?

Bookmark the permalink.

One Response to Kavaórudding

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *