Kom og les – vinnarar og bókaframløgan

Mynd: Eileen Sandá

Spentar ungar gentur bíðja eftir at fáa at vita hvørjar hava vunnið. Mynd: Eileen Sandá

Stórsta løtan á barna- og ungdómsbókafestivalinum var avdúkingin av vinnarunum av skrivikappingini fyri 9. flokkar.

10 tekstir eftir 9 høvundum vóru valdir út at vera við í vakra bóklinginum “Gluggi”, sum Nám og Bókadeildin hava latið prentað til høvi við stuðli frá Mentamálaráðnum.

Teir níggju ungu høvundarnirvóru komnar niðan í Norðurlandahúsið, men ongin teirra visti, hvør hevði vunnið teir frálíku vinningarnar.

Rakel Helmsdal greiddi frá upprunanum til kappingina og bað høvundarnar at koma upp á pallin eftir stavraðnum, so ongin ivi skuldi vera um, at ongin visti av, hvørji endaligu vinnararnir vóru. Í roynd og veru eru tær allar vinnarar, tí tær hava fingið tektir sínar á prent í spildurnýggjari bók, gjørd bert til hetta endamálið.

Tær hava sum 15 ára gamlar longu roynt hvat tað vil siga at samstarva við eitt forlag, at gera broytingar í tekstum saman við einum redaktøri og síggja  egna tekst sín á prenti.

Sámal Soll avdúkar vinnararnar. Mynd: Eileen Sandá

Síðani kom Sámal Soll, sum umboð fyri dómsnevndina, og læs upp grundgevingarnar og nevndi vinnararnar. Í dómsnevndini vóru Sámal Soll fyri Rithøvundafelagið, Anja Pálsdóttir fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rannveig Hovgaard fyri Móðurmálslærarafelagið, umframt Solveig Debess fyri Nám, sum ikki hevði atkvøðurætt. Dómsnevndin kendi ikki nøvnini á rithøvundunum, áðrenn dømt varð.

Her eru vinnararnir og grundgevingarnar:

Nr.1

20140410_2531Nummar eitt gjørdist Jórunn Maria Dalsgaard við stuttsøguni ”Hav teirra deyðu.” Talan er um eina furðusøgu og søgan er gjøgnumførd, búgvin og heilskapað, og málið er gott. Rithøvundurin hevur sans fyri hvørjum smáluti uttan at gloyma heildina.

Søgan er spennandi og eitt sindur óhugnalig. Endin er opin og letur lesaran eftir við nøkrum ósvaraðum spurningum, har vit verða konfronterað við tey val, lívið hevur at bjóða øllum menniskjum.

”Brádliga var vatn allastaðni; í nøsini, í munninum, og í lungunum. Eg sá onki og brúkti alla orku upp á at fáa beinini at sparka meg upp móti vatnskorpuni. Tá mintist eg, hvat vatn, eg júst var lopin úti: Mare Mortalis. Hav teirra deyðu”

Jórun Maria vinnur eina viku á rithøvundaskúla fyri ung á Biskops Arnö í summar. Rithøvundafelagið letur eisini 1500 kr í lummapengum til vinnararnar.

Nr.2

20140410_2534Nummar tvey gjørdist Vár Fossdal Sjóðklett við yrkingini ”Úr glugganum sá hann alt”.  Vár hevur eitt gott og lætt mál í yrkingini, og hon er trúgv í móti tekstaslagnum. Dómsnevndin heldur, at yrkjarin er upprunaligur og búgvin í sínum yrkingarmáta, og at tað er spennandi at velja eitt stað, sum øll kenna, eitt bussteðgistað, sum snúningsás fyri hendingunum. Myndirnar eru frálíkar í yrkingini, og huglagið vekir minnir hjá lesaranum.

 ”Hann hevði hoyrt bønina
hann
ið hevði sitið við gluggan og sæð alt
Nú stóð hann við sandin
Sá meg svimja við teir svørtu klettarnar
Klettarnir
har brimið kastar seg upp
Klettarnir
ið skóru hol á mína køldu sárbæru húð”

Vár vinnur eisini eina viku á rithøvundaskúla fyri ung á Biskops Arnö í summar. Rithøvundafelagið letur eisini 1500 kr í lummapengum til vinnararnar.

Nr. 3

20140410_2530Nummar trý gjørdist Alda Sigurdsdóttir Lamhauge við stuttsøguni ”Pappeskjan”. Stuttsøgan er sera búgvin, har rithøvundurin letur ein lut – í hesum førinum eina pappeskju – gerast symbolið fyri verjuni móti umheiminum, men har hon eisini letur myndamálið gerast bókstaviligt.

Málið í søguni er lætt og gott, og rithøvundurin er trúgv móti tekstaslagnum.

”Eg hyggi inn í floksstovuna, sum eg geri hvørt ár, og seti meg niður við aftasta borðið. Eg taki frástøðu frá øllum hinum beinanvegin. Eg hyggi út í gjøgnum gluggan, sum eg havi skorið í pappeskjuna, júst sum mær dámar tað best. Tað er tann sami flokkurin sum í fjør”.

Alda vinnur eisini eina viku á rithøvundaskúla fyri ung á Biskops Arnö í summar. Rithøvundafelagið letur eisini 1500 kr í lummapengum til vinnararnar.

Nr. 4

20140410_2533Nummar fýra gjørdist Tóra Isaksen við stuttsøguni ”Fullmáni”, sum er ein nútíðar vampýrsøga.

Søgan er stutt og væl skrivað. Tóra megnar til fulnar at halda seg til evnið og lúka burtur alt tarvleyst uttanumtos. Hon megnar at endurgeva kenslurnar hjá einum blóðsúgvara, so vit sita eftir við einum slagi av forstáilsi fyri honum.

”Eg renni oman eftir kirkjubrekkuni, hoyri kirkjuklokkuna ljóma sum ein ávaringarklokka í einum brennandi bygningi. Ein vamlislig kensla av einum hjarta, ið er um at spreingjast og sorlast sundur í túsundtals putlispælsbrikkar. Ongar kenslur, eitt hjarta fylt við mjørka og einsemi”

Tóra vinnur eitt árshald til Bókaklubban ung, sum Bókadeildin letur.

Nr. 5

20140410_2532Nummar fimm gjørdist Ingrid Larsen við stuttsøguni ”Ófantaliga forelskað”.

Í fyrstuni letur tú teg villeiða av, at hetta er ein vanlig kærleikssøga um forelskilsi millum tvey ung, men endin ger stuttsøguna øðrvísi og lyftir hana upp um eina vanliga gerandisliga søgu. Málið er lætt og gott, og lesarin situr eftir við eini kenslu av nøkrum óvæntaðum, sum krevur nærri umhugsan.

”Luftin bleiv meiri og meiri fylt av spenningi og kærleika. Er hetta tað opið? Er hetta kjansurin at gera hann til mín? Ella er hetta bert ein gluggi, sum eg líka síggi eitt sindur av?”

Ingrid vinnur eisini eitt árshald til Bókaklubban ung, sum Bókadeildin letur.

Bókin Gluggi er at fáa í bókahandlunum.

Bókin Gluggi er at fáa í bókahandlunum.

Harafturat fingu allar genturnar blómur og heiðursbræv, nýggju bókina Gluggi, har tekstir teirra eru prentaðir og bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal.

Solveig Debess frá Námi legði nýggju snotiligu bókina fram, sum Ole Wich hevur sniðgivið og Páll Danielsen læs upp vinnarasøguna “Hav teirra deyðu” eftir Jórun Mariu Dalsgaard.

 

Tagged , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *