Hósdagin 27. mars hevði Suni Merkistein eina samrøðu við meg í Mentanarkaféini í Norðurlandahúsinum. At tað skuldi útvarpast, visti eg, men lítið vardi tað meg, at hetta eisini skuldi sjónvarpast.
Av tí at eg ikki havi sjónvarp, havi eg ikki sæð hetta, men síggi nú, at tað er lagt út á netið, og loyvi mær hervið at vísa til tað, eftirsum eg sjálv sum eri á klippinum. Hevði verið fegnari, um tað bara var útvarpa, men gerst ikki við….