Øll arbeiðspláss hava starvsfólkdagar. Í gjár vóru leikararnir á Karavella Marionett-Teatri á útferð. Her eru nakrar myndir frá degnum:
- Lítlibeiggi, yngsti leikarin. Spælir í løtuni í Veiða vind.
- Lítlibeiggi slappar av
- Systir, næstyngsti leikarin
- Systir hvílir seg
- Stóribeiggi vildi vera í skugganum eina løtu. Tað var heitt í gjár.
- Álvagentan Vár
- Fínu smáu føturnar á Vár
- “Hey, mær dámar akkuleyur!”
- Bjørnin, sum í síni tíð spældi Vetur kongur, royndi at finna sær eina passaliga holu.
- Men ringt var at finna tí røttu
- Tær flestu vóru í so trongar at koma úr aftur….
- Drekin, sum spælir Heyst í Veiða vind, er fegin um at sleppa á útferð.
- Frálíkt at kunna vera á flogið í góðveðrinum.
- Frítt flog!
- Summar er eisini gott, hóast man hevur leiklutin sum Heyst.
- Maestro hevur ringt við at taka sær av løttum, men orkestrið var ikki við á útferð.
- Her roynir hann at fáa øll at syngja kór, men fá orkaðu at útfolda sanggávurnar í sólskinninum í gjár.
- Lítla skrímsl spákaði sær ein túr
- .. og kom aftur.
- Stóra Skrímsl orkaði ikki…
- … men angraði tað, og ætlaði sær við kortini.
- Lítla kettan, sum spælir í “Skrímslunum”, fann eitt gott kettustað at sita á.
- Julia Frost, sum spældi dansarinna í “Revinum”
- Nøkur dansitrin kann man taka hóast hitan…
- men best er at taka sær av løttum.
- Elvira Sokal, sum spældi Elisa í “Revinum”.
- Elvira fann ein góðan stein í skugganum.
- Neil Owen var ikki lættu at fáa góðar myndir av í gjár, hann hevði eitt sindur av krími, og fór skjótt heim.
- Luranko spældi deydningur í “Revinum”
- Luranko var í essinum, tá hann fann ein grindaskølt.
- Frálíkt stað at posera.
- Meira posering fyri myndatólinum.
- Oktavian Raz, sum spældi trøllmaðurin Erebus í “Revinum”.
- Honum leingist eftir øðrum leiklutum, har hann kann vera í meira konfortablum klæðum.
- Systrarnar Hermia og Dahlia Flynn, sum spældi Maja og Frida í “Revinum”.
- Hvat munnu tær teska um?
- Vilma Myska, sum spældi Glorinda drotning í “Revinum.”
- Hon er stak nøgd við ikki at hava havt aðrar leiklutir í seinastuni. Hon elskar drotningaleiklutin.
- Serliga klæðini!
- Massimo D’Angeli, sum spældi Prosper prinsur í “Revinum”.
- Ulf Boman, sum spældi Valli Valnøt ella Valdemar vaktarmaður í “Revinum”.