Í 2019 kom so endiliga mín fyrsta myndabók. Sjálvandi var tað ikki fyrsta myndabókin, eg havi skrivað søgu til, men tann fyrsta, har eg veruliga hevði gjørt allar myndirnar sjálv.
Revurin við silkiturriklæðinum var sjálvandi eisini ein myndabók, men tað vóru fotomyndir úr mínum leiki. Til Loftar tú mær? havi eg gjørt myndirnar frá botni, skapt figurnarnar, sum spæla leiklutirnar í søguni, rekvisittirnar og bakgrundirnar; tikið myndir av hesum og sett saman í telduni, har eg eisini havi teknað nakar partar av myndunum.
Tað er ein ótrúliga spennandi process at illustera mín egna tekst og kennist heilskapað, sum nakað eg skuldi havt gjørt fyrr. Tá eg skrivi eru tekstirnir fullir av myndum og tað kennist sum ein lætti eisini at kunna gera myndirnar sjálv.
Her eru dømi um myndabrot sum verða sett saman til eina síðu. Tvær bakgrundir, ein kráka tekna í tekniforritinum Procreate, nakrir lutir úr “Dimsasavninum”, foto av mínum metaltræ, sum spælir ein stóran leiklut í søguni og foto av teimum trimum høvuðspersónunum, lítlabeiggja, systir og stórabeiggja, dreymkyktabørn, sum eins væl kunnu síggjast sum menniskjabørn.
Bókin kann keypast í øllum bókabúðum ella her.
Bókadeild Føroya Lærarafelag gav bókina út.
Tvær plakatir eru prentaðar úr bókini. Tær fáast her og her
Loftar tú mær? fekk Barnamentanarviðrisløn Tórshavnar Býráðs í 2020 og varð tilnevnd bæði Barna- og Ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2020 og Barna- og Ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins 2020.
Her er ein filmur um útgávuna:
Her er samrøða um bókina í sendingini Summarmorgun í Kringvarpinum.
Her finst lesistuðlandi tilfar til bókina á 6 norðurlendskum málum.
Pingback: Reiggjan / The Swing – Rakel Helmsdal