Í gjár var so aftur ein vælskrivaður tekstur í 650 orðum í Góðan morgun Føroyar. Eg hevði valt tekstin “Longsul”. Ein søga um ein heldur kontroversionellan máta at loysa longsul og sorg.
Tá eg kom niðan í útvarpið og fekk at vita, hvør høvundurin var, mátti eg flenna. Eg hevði enn einaferð valt ein tekst eftir Simonu Midjord, so vit kunnu bara enn einaferð staðfesta, at Simona dugir frálíka væl at skriva. “Longsul” er ein sera heilstoypt søga. Ger so væl og lurta eftir henni HER.
Til tey, hvørs tekstir eg ikki valdi, kann eg bara siga, at har vóru fleiri aðrir áhugaverdir tekstir, og at tað er ringt at velja, tá tað bara er ein, sum skal veljast burturúr. Hvør veit, kanska vit einaferð gera eina sending við nøkrum av hinum góðu tekstunum.