Í síðsu viku var mentanarvika í Sunda komunu.
Sunda kommuna er ikki stór í fólkatali um enn stór í vavi, og kortini hava tey á hvørjum ári eina heila mentanarviku við eini ørgrynnu av tiltøkum.
Í ár høvdu tey fingið Bókahúsið, sum Sámal Blak gjørdi til Barna- og ungdómsbókmentafestivalin “Kom og les” , norður á Oyrarbakka.
Eg var boðini at vitja Bókahúsið at lesa søgur upp mikudagin í síðstu viku, tann 17. september. Eg valdi at lesa nakarar av søgunum um gentuna Milju. Onkrar hava verið prentaðar í jólabókum og ein í einum savnið av spøkilsissøgum, men nakrar eru ikki komnar á prent enn. Eg læs eisini úr teimum til tiltakið Kom og les, og tveir av dreingjunum vóru tí komnir at hoyra fleiri Milju-søgur.
Rúmið var stórt, ein fimleikarhøll, og heilt nógv eftirljóð var av ljóðunum frá Bókahúsinum, men kortini sótu nógv børn hugagóð og lurtaðu eftir søgum í einum heilan tíma.
Ein tíma seinni fór eg so eitt sindur longur suðureftir, til Hvalvíkar Bókasavn, har eg varð boðin at lesa Skrímslasøgur og hava skrímlsaklippiverkstovu saman við børnum. Eisini hesi børnini sluppu at hoyra óútgivnan tekst, nevniliga ta spildurnýggju “Skrímslakiskuna”, sum enn ikki er komin út í Føroyum, men er væntanti í november.
Her er eitt lítið myndasavn frá skrímslaverkstovuni: