“Orð & litir” – Listaleypurin í Mentamálaráðnum

20140324_1863Tá tú setir ymsar skapandi listagreinar saman, kann tað mest óvæntaða henda. Tá tú skrivar, spælir tú tær við orð, setir tey saman á ymiskan hátt, og fært tey at siga nógv meira, enn tað einstaka orðið ger. Hetta hendir eisini, tá tú spælir tær við litir, skap og tilfar. Saman geva tey nógv meira, enn einstaka økið ger í sjálvum sær.

Hvat hendir so, um tú sleppur at seta orð saman við litum og verður biðin at skapa trívíddarskap burturúr hesum, uttan at hava annað enn pappír at arbeiða við?

Hetta hava 65 børn úr 5. til 7. flokki á Meginskúlanum á Sandi, Frískúlanum við Hoyvíkstjørn og úr Skúlanum við Ósánna í Klaksvík gjørt, nú verkstovan “Orð & litir” hjá Katrinu í Geil, sniðgeva og Rakel Helsmdal, rithøvunda, hevur ferðast kring landið við Listaleypinum.

Úrslitini verða sýnd fram í Mentamálaráðnum, og almenn fernisering av framsýningini verður mikudagin 26. mars kl. 15.00. Framsýningin verður fram til 1. juni.

Birita Poulsen og Jósef Zachariassen frá Musikkskúla Miðnámi fara at framføra nakrar sangir og okkurt leskiligt verður boðið afturvið. Øll eru vælkomin.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *