Tá vinfólk hava kenst leingi, ja kanska meginpartin av lívinum, er sambandið teirra millum merkt av gomlum vanum. Tey eru bara saman á sama vinarliga hátt altíð og alt tykist at vera so sára gott. Tað er tað kanska eisini, men onkuntíð kann hugsast, at tey kanska kundu fingið meira burturúr hesum ótrúliga tætta sambandinum. Kanska ber til at gagnnýta tað, at man kennir hvønn annan á fingraspíssunum, at man ikki altíð nýtist at siga alt, tí man veit, hvussu hin hugsar og plagar at reagera.
Tað skuldi taka vinkonu míni, Katrinu í Geil, og mær næstan 40 ár at finna út av, at tað er ein stóru fyrimunur hjá okkum at arbeiða saman.
Vit hittust í 1973, uml. tann 18. august í 1. B í Nonnuskúlanum, men ikki fyrr enn í fjør sendu vit inn eina umsókn til Listaleypin um eina felags verkstovu, har vit báðar nýttu av okkara serligu vitan, at gera nakað saman, sum hvørgin okkara hevði kunnað gjørt einsamøll. Vit fingu játtandi svar uppá umsóknina og nú í februar hava vit verið runt í landinum við verkstovuni Orð & litir, ein verkstova við skriving og sniðgeving.
Her er nakrar myndir frá teimum áhugaverdu verkstovunum, vit hava havt saman við 5. – 7. flokkum kring landið:
Endaligu úrslitini verða at síggja á framsýning uppi hjá Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi um miðjan mars.