“Rakel Helmsdal fingið bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins” – grein úr Dimmalætting

rakel-helmsdal

foto: Amy Hansen

Ingi Rasmussen, Dimmalætting, 29. august 16

Á samkomu á Býarbókasavninum í Havn seinnapartin varð avdúkað, at føroyski rithøvundurin Rakel Helmsdal hevur fingið virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Formaðurin í føroysku dómsnevndini, Oddfríður Marni Rasmussen, handaði Rakel Helmsdal heiðurin og tær 60.000 krónurnar, sum fylgja við virðislønini.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin (lænt frá Birkblogg):

“Forelskilsi, vinalag og svik eru evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal.

Høvuðspersónurin er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og er væl dámd í skúlanum, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. Hon tykist at hava alt, sum ein tannáringur kann hugsa sær, men so er ikki. Tað, sum Argantael helst vil hava, eru foreldur, sum brýggja seg um.

Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum pápa, sum krógvar sínar kenslur í ov nógvum arbeiði og eini sálarsjúkari mammu – tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepilin. Hesin kenslusári tannáringur hevur mestsum ov nógv at dragast við, tá ið hon hittir hálvsystkini Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at taka sítt egna lív.

Hon, sum róði eftir ælaboganum er skaldsøga til ung og vaksin, sum gongur fyri seg í einum býi, Port Janua, sum er ein fiktivur býur, sum Rakel hevur brúkt í fleiri av sínum bókum, men kortini er hetta ein býur, sum hevur alt tað, sum vit kenna aftur frá býum í Føroyum og øðrum býum í Norðurlondum. Bókin tekur brot úr veruleikanum og setur tey í ein fiktivan bý. Persónarnir eru ung nú á døgum. Teir hava trupulleikar, sum ung hava at dragast við, og sum til allar tíðir hava hugtikið ungdómin sum lesara. Vit hava við samkyndleika at gera, við sjálvmorð, við sambandi millum foreldur og børnini, við tað modernaðu og samansettu familjuna og við ta trilvandi tilveru, sum ung hava og til allar tíðir hava havt: at royna at rógva eftir lukkuni, eftir eydnuni, eftir kærleikanum, eftir vinalagnum, sum altíð flytir seg undan, eins og ælagbogin.

Bókin er skrivað til tónleikin Enigma Variations eftir enska tónaskaldið Edgar Elgar. Hetta hevur ikki beinleiðis við søguna at gera, men tað er við til at halda huglagnum uppi, og bygnaðinum føstum og strommum. Hetta er ein bók, sum á høgum støði, lýsir ungdómsins truplastu evni, og tá ið vit hava lisið hana, bryggja vit víðari, vit gera okkara egnu søgu, okkara egna enda á bókini.”

Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður handað annaðhvørt ár til rithøvundar í Ísland, Grønlandi og Føroyum. Hetta er aðru ferð ein føroyingur fær heiðurin; Bárður Oskarsson vann í 2006.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *