“Rakel Helmsdal átti bestu barna- og ungdómsbókina” – grein á Portal.fo

80755_r_660_660

Jens Hákun Leo, portal.fo, 29/8-16

 Rakel Helmsdal fekk í dag virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir. Hesa virðislønina fekk hon fyri bókina “Hon, sum róði eftir ælaboganum” frá 2014.

Formaðurin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard, var annars tann, sum fekk heiðurin at bjóða øllum vælkomnum til hetta høvið, og hugleiddi hann í hesum viðfangi um tær bestu bøkurnar, sum hann mintist, og um týdningin av at stuðla bókagerð í Føroyum og at týða hesar somu bøkurnar, so at tær kunnu lesast í grannalondum okkara.

Birgir Kruse var í hesum sambandi á staðnum og greiddi á soljóðandi hátt frá, tá ið Rakel Helmsdal fekk virðislønina.

Virðislønahandanin fór fram á Býarbókasavninum í Havn.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *