Rúm við stjørnugólvi – 650 orð

650 orð

 

So var tátturin 650 orð aftur á skránni í Góðan morgun Føroyar. Steðgur hevur verið í tríggjar vikur, meðan eg havi verið og ferðast í Suðurevropa við familjuni.

Søgan sum eg valdi út hesaferð, eitur “Rúm við stjørnugólvi”. Tíverri er høvundurin dulnevndur, men eg ynski honum ella henni tillukku við einum sera spennandi teksti.

Lurta eftir honum HER.

simona2Tað stuttliga við sendingin í dag var, at Simona Midjord, sum hevur skrivað tveir av útvaldu tekstunum og ein av intro-tekstunum í fyrstu sending, var gestur í studio’inum. Tað kláraði hon strálandi, serliga tá hugsa var um, at innlisna søgan var nakað seinkað av tekniskum áðum, og at hon tí mátti svara spurningum frá Bergljót eina góða løtu longri enn ætlað 🙂

Hoyr samrøðuna HER.

Simona segði seg hava ætlanir um eitt stuttsøgusavn! Eg gleði meg ótrúliga nógv til tað, tí hon skrivar altso knúsandi væl 🙂

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *