Evni hesaferð er ÓHUGNI!
Tú skalt skriva eina 650 orð langa ræðusøgu. Royn ikki at nýta tað vanliga óhugnaliga (øksamordarar, zombiar o.l.), men royn at hugsa um okkurt, sum ikki vanliga verður hugsa sum óhugnaligt.
Tað ber væl til at skriva eina heila søgu við so fáum orðum, eisini ein gysara. T.d. kanst tú skriva eina við tveimum setningum:
Eg vaks upp saman við kettum og hundum, so eg var von við at hoyra ljóðið av skavan á sovikamarshurðina, tá eg svav. Nú eg búgvi einsamøll, er tað eitt heldur óunniligt ljóð.
ella…..
Onki er so hugnaligt sum barnalátur. Uttan tá klokkan er eitt um náttina og tú ert einsamallur heima.
Tips!!!
Tá tey undirvísa í skriving, siga tey ofta: Show, don’t tell, ella Vís, ikki greiða frá.
Í allari góðari skriving snýr tað seg um, ikki at greiða frá út í æsir, men heldur vísa á, koma við ábendingum, vekja forvitni. Heldur enn at siga: “hann var vakur”, ella “hon var ill”, so lata eitthvørt henda í tekstinum, ella lata tað koma fram í beinleiðis talu, at hann var vakur og hon var ill.
Minst til: Freistin at lata inn er týsdagin tann 28. oktober á middegi. Send til gmf@kvf.fo