So vóru 650 sera áhugeverd orð lisin í Góðan morgun, Føroyar í morgun. Teksturin “Maturin er klárur” eftir Simonu Midjord var tann eg valdi út millum teir heili 31 tekstirnar, sum komu inn til evni: “Hurðin small harðliga aftanfyri hana”.
Nógvir av tekstunum vóru góðir, ongin var vánaligur, nógvir vóru forvitnisligir og allir áhugaverdir á sín hátt. Hevði at enda valt mær tríggjar tekstir burturúr, sum vóru nakað fyri seg, men hesin teksturin stóð klárast eftir. Søgan er ótrúliga óhugnalig, men tú varnast ikki fyrr enn í síðstu løtu, hvussu óhugnaligur hon veruliga er. Tit kunnu lurta HER.
At tað aftur var Simona Midjord, sum hevði skrivað tekstin hesaferð, var sjálvandi eitt yvirraksilsi, men tað prógvar bara, at tað er gott, at eg ikki kenni nøvniná teimum, sum skrivað hava, tí kanska hevði eg himprast at valt tekst eftir sama høvunda tvær ferðir í rað, um eg visti tað. Tað er ikki høvundin eg skal velja, men tekstin.
Tá eg hevði lisið søguna fyrstu ferð, kom eg beinanvegin at hugsa um søguna Survivor Type eftir Stephen King. So ja, tað er ikki annan enn at siga, enn at vit hava kanska ein føroyskan “horror”-høvunda in spe her. Eg gleði meg til meira, Simona!
Men back to buissness: Her er ábendingin til næstu ferð:
Skriva ein tekst við í mesta lagið 650 orðum út frá hesi myndini. Og minst til: Tað fyrsta sum fellir tær í hug, er tað bestu uppskotið – eisini hóast tað virkar klikkað 🙂
Seinasta freist at senda inn er týsdagin á middegi. Skriva tekst – við heiti – til gmf@kvf.fo. Vit skulu kenna títt navn, men tú kanst verða dulnevnd/ur í sendingini, um tú vilt.
Pingback: Hvørja søgu dámar tær best? - Rakel Helmsdal