Tátturin 650 orð er nú farin í luftina!
Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp. Lurta HER eftir táttinum.
Eg bað nakrar fyrrverandi luttakarar á skriviskeiðunum hjá mær um at hjálpa mær við fyrstu sendingini, nevniliga at taka av avbjóðingina at skriva ein tekst til tann 4. september. Eg setti teimum hesa uppgávuna: At skriva 650 orð út frá byrjanini:
“Tú stendur á eini tokstøð saman við onkrum tú kennir. Knappliga sært tú í vindeyganum á einum toki, at……..”
Sum tit kunnu hoyra í sendingini, so vóru tvær so djarnar at taka av: Simona Midjord og Helle Thede Johansen.
Komandi viku hevur TÚ so møguleikan at vera tann, sum eigur tekstin, sum verður lisin upp.
Avbjóðingin er:
Skriva í mesta lagið 650 orð út frá hesum setninginum:
“Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… “
Teksturin skal sendast til gmf@kvf.fo í seinasta lagið týsdagin tann 9. september á middegi. Valt verður bara millum tekstir, sum eru komnir inn innan ásettu tíðina. Navn skal vera á tekstinum, men tann, sum velur út, far tað ikki at vita, fyrr enn teksturin skal lesast upp.
Øll kunnu royna at skriva, bæði leik og lærd, bæði børn, ung og gomul. Tað týdningarmesta er at royna at skriva ein so áhugaverdan tekst sum gjørligt, og at hann í mesta lagið er 650 orð. Teksturin kann eisini vera færri enn 650 orð!!