Tey fantastisku ungu í Føroyum

logoUiFmini

Búmerki hjá Ung í Føroyum

Mitt í november var tólvta Ung í Føroyum-stevnan.

Upprunin til fyrstu stevnuna í 2001 er hesin:

Í 1999 vóru Hedvig Westerlund-Kapnas og eg ferðaleiðarar v.m. hjá bólki av ungum føroyskum listafólkum, sum tóku lut í Ung i Norden-stevnuni í Borgå í Finlandi, saman við ungum úr øllum Norðurlondum.

Vit varnaðust, at t.d. tey ungu úr Noregi vóru vald út gjøgnum eina landskapping, kallað Ungdommens Kulturmønstring. Hetta merkti, at tey sjálvi høvdu gjørt eitthvørt fyri at koma við. Nakað tað saman var galdandi fyri tey flestu onnur, sum vóru við.

Tey ungu úr Føroyum vóru harafturímóti sloppin við, tí at onkur kendi onkran, sum visti, at tey gjørdu eitthvørt listarligt.

Hetta hildu Hedvig og eg ikki vera heilt rættvíst, og tí fóru vit til Norðurlandahúsið, tá vit komu heim og spurdu, um vit ikki skuldu fara undir eitthvørt slag av “ungdommens kulturmønstring” í Føroyum. Helga Hjörvar, sum tá var stjóri í húsinum, gav okkum grønt ljós og í februar 2001 høvdu vit allarfyrstu stevnuna.

20131116_3278

Morgunupphiting á Ung í Føroyum 2013

Síðani hava vit báðar Hedvig verið verkætlanarleiðarar av stevnunum, væl hjálptar av ungum dugnaligum hjálparverkætlanarleiðarum. Tey ungu skulu tó altíð av landinum at lesa, so tey fara so hvørt og onnur koma í staðin. Kanska tey um nøkur ár koma aftur at standa fyri stevnuni, tá Hedvig og eg hava funnið uppá okkurt nýtt.

Stevnan í ár var ótrúliga spennandi við uppfinnaraverksmiðju og luftdansi sum heilt nýggjum listagreinum. Um hetta og nógv, nógv meira ber til at lesa á HER heimasíðuni hjá Ung í Føroyum, sum undirritaða eisini stendur fyri.

Tú kanst lesa um alla søguna hjá Ungum í Føroyum HER.

Síggja myndir frá næstan øllum stevunum HER. Ongar myndir eru tó frá 2001 stevnuni, tær eru tíverri burturmistar.

Lesa tíðindir á blogginum HER. Tíðindini á sjálvum stevnunum eru skrivað av ungum luttakarum.

HESAR spennandi verksmiðjurnar hava vit havt á stevnunum higartil.

Tagged , . Bookmark the permalink.

One Response to Tey fantastisku ungu í Føroyum

  1. Pingback: Enn á lívi…. - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *