Vinn eina viku á rithøvundaskúla í Svøríki!

NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið hava skrivað út eina skrivikapping fyri ung sum ganga í 9. flokki!

Tveir ungir høvundar kunnu vinna eina ferð til Svøríkis í eina viku á rithøvundaskúla saman við øðrum ungum úr hinum Norðurlondunum.

Tveir ungir høvundar kunnu vinna eitt árshald til bókaklubban Ung

og

18-20 kunnu vinna sær pláss til sín tekst í bókaútgávu.

skrivikapping

Felags evni fyri kappingina er:

GLUGGI

Lat tínar tankar í júst tey orð, tú hevur hug. Øll sløg av tekstum kunnu vera við í kappingini: ein yrking, ein stuttsøga, ein sangtekstur, ein uppskrift, ein hugleiðing, ein brúkaravegleiðing, ein sjónleikur, ein dreymur, eitt bræv……

Tað kann vera veruleiki eins væl og úr tínum egna hugflogi… Valið er títt!

Seinasta freist at senda tekstir inn er 17. februar.

 

Men áðrenn hesa freist, er ein onnur freist!

Skipað verður fyri einum kveikingardegi í Norðurlandahúsinum tann 24. januar, har føroyskir høvundar fara at hava skriviverksmiðjur fyri øllum áhugaðum 9. flokksnæmingum. Øll eru vælkomin, men skulu tekna seg gjøgnum skúlan hjá sær.

So gongur tú í 9. flokki onkrastaðni í Føroyum, so bið tín lærara um at tekna teg og kanska allan flokkin hjá tær til kveikingardagin í Norðurlandahúsinum

áðrenn tann 18. desember kl. 12!!!!

Á SNAR finnur tú allar upplýsingar um skrivikappingina. Eisini finnur tú filmsstubbar við teimum høvundunum, sum skulu hava skeið á kveikingardegnum.

Tagged , , , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Vinn eina viku á rithøvundaskúla í Svøríki!

  1. Pingback: Enn á lívi…. - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *