Í gjár var vinnarin av ársins ALMA-virðisløn avdúkað. Tað gjørdist svenski høvundurin Barbro Lindgren.
Í heimasíðuni hjá Bókadeildini skriva tey m.a. hetta um hana:
Barbro Lindgren er fødd í 1937 og er sera kendur rithøvundur. Hon hevur skrivað yvir hundrað bøkur og er týdd til meiri enn tretivu mál. Fyrsta bók hennara kom út í 1965.
Føroysk børn og foreldur kenna eisini Barbro Lindgren. Fyrsta bókin, Bókadeildin gav út eftir hana, er Bilurin hjá Peri, sum kom út í 1990, ……… bøkur um ribbaldin Bibba á føroyskum, sum eru skemtingarsamar og sera originalar. Eisini hesar hevur Eva Eriksson myndprýtt.
Dómsnevndin kallar hana eitt bókmentaligt undangongufólk. Hon brúkar eitt djarvt mál og hevur ríkar sálarfrøðisligar lýsingar av sínum persónum, hon hevur enduruppfunnið ikki bara myndabókina til smábørn, men eisini ta absurdu søguna, ta filosofisku barnayrkingina og gerandisrealismuna til unga lesaran.
Á heimsíðuni hjá ALMA – Astrid Lindgren Memorial Award er nógv áhugavert at lesa um hana.
Av tí at eg í ár havi verið innstillað til hesa virðislønina, havi eg fylgt væl meira áhuga við enn undafarin ár. Ikki at eg vantaði mær at vinna, tað var púra ósannlíkt við øllum teimum sera kendu og nógvu dugnaligu fólkunum á listanum, men tað er spennandi at síggja, hvønn man er sloppin at vera á lista saman við í eitt ár.
Barbro Lindgren gav mínum børnum stóra gleði, tá tey vóru pinkalítil og funnu sínar fyrstu yndisbøkur, onkrar teirra vóru tær um Per og vit hava seinni saman havt og hava enn fragd av at lesa um ribbaldin Bibba og mammu hansara.
Hjartaliga tillukku, Barbro!! 🙂
Pingback: Tillukku Bárður! - Rakel Helmsdal