Á lista saman við hetjum

Eftir bókamessuna í Frankfurt í oktober 2013 var kunngjørt á Facebook-síðuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags:

alma_logo_sv“Stór tíðindi!
RAKEL HELMSDAL ER Í UPPSKOTI TIL ALMA_PRÍSIN!
Hvørt ár á bókamessuni verður listin við rithøvundum almannakunngjørdur, og beint nú er tíðindaskriv komið frá stovninum um, hvør er í uppskoti.”

Eg fekk bæði andaneyð og summarfuglar í búkin, tá eg fekk tað at vita í mai. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, um innstillar føroyskan kandiat, og hetta er 1. ferð, at nakar er innstillaður fyri Føroyar.

ALMA, aka Astrid Lindgren Memorial Award, er stutt sagt barnabókanobel! Tann størsta og týdningarmesta virðislønin, sum nakar barnabókahøvundur kann vera innstillaður til.

Hetta er innstillingarbrævið, eg fekk:

“Vit í nevndini í Rithøvundafelag Føroya hava á fundið 10. apríl 2013 einmælt avgjørt at innstilla Rakel Helmsdal til stóru Astrid Lindgren heiðurslønina í 2014. Hetta er grundgevingin til dómsnevndina:

Søgurnar hjá Rakel lata børnini sleppa inn í ein andaliga fræslan heim, ið er á tremur við hugflogi. Hon dugir sera væl at samskipa alt starv við ymsum listagreinum, og við eldhuga gevur hon frálæru í kreativari skriving, og skipar fyri verkstovum til tey ungu. Hon er soleiðis ein verulig fyrimynd hjá strembandi rithøvundum. Hon tekur lut í samfelagstjakinum, og við sannførgin talar hon altíð sakina hjá teimum, ið vilja skapa umhvørvi, ið stimbrar barnanna menning. Hennara seinasta megnarátak er eitt marionettteatur, ið hon sjálv hevur skapt allan vegin ígjøgnum, soleiðis letur hon eisini okkara tilvaksandi ættarliði dyrnar upp til ein heim fullan av undrum.

Rakels’s stories offer children a gateway to a free-spirited world, abundant with imagination. With great success she cooperates with different arts, and being passionately engaged in teaching creative writing, and arranging workshops for youth, she is a true inspiration for aspiring writers. With strong conviction she takes part in the debate, with particular emphasis on creating an environment which encourages children’s development. Her latest venture is her wholly self produced marionette theater, opening her world of wonders for the upcoming generation.

Helle T. Johansen
Marjun S. Kjelnæs
Janus á Húsagarði
Agnar Artuvertin
og
Rói Patursson”

Tað sigur seg sjálvt, at eg var púra paff av hesum vøkru orðum, og enn meira paff var eg, tá eg seinni setti meg at lesa listan av teimum, sum eru útnevnd kring allan heim.

Eg kenni meg ótrúliga lítla undir liðini á listafólkunum á hesum listanum. Nógv teirra havi eg sæð sum hetjur, síðani eg var barn:

Eric Carle, sum eg læs, tá eg var pinkalítil og seinni fyri mínum børnum; tit vita hann við svongu ormveruni.

Derib, hvørs teknisøgur eg vaks upp saman við. Vit kenna helst best tær um “Buddy Longway”.”

Roberto Innocenti

Hugtakandi myndirnar hjá Roberto Innocenti havi eg frøðst um saman við mínum børnum. Á føroyskum hava vit fleiri hann hevur myndprýtt, t.d. Pinocchio.

Tá børnini vóru smá, stuttleikaðu vit okkum óført saman við Ribbaldinum Bibba hjá Barbro Lindgren.

Bøkurnar hjá Ulf Stark kunnu vit lesa umaftur og umaftur, og maðurin sjálvur er ein stór persónleikheit við einum ótrúligum humori, sum eg havi havt tað gleði at hitta fleiri ferðir.

Tomi Ungere

Eg minnist ikki nær eg fyrstu ferð hitti bøkurnar hjá Tomi Ungere, men tað kenst sum hava tær fylgt mær altíð.

Dárandi myndirnar hjá Ilon Wikland hava hugtikið meg síðani eg fyrstu ferð læs Mio, mín Mio, tá eg var um eini 10 ár.

Eg havi ligið fløt í látri eftir garrvillu søgunum hjá Terry Pratchett, serliga Good Omens, sum hann skrivaði saman við Neil Gaiman.

Valhøll teknirøðina hjá Peter Madsen, elskaði eg frá fyrsta degi, og tá eg vitjaði hann og familju hansara í Silkeborg afturi í ’80-unum og gekk túr saman við teimum niðan á Himmelbjerget, fekk eg eitt fjálgt innlit í, hvussu foreldur við góðum hugflogið kundu gera alla náttúruna livandi fyri børnum sínum.

Arthur-trilogiin hjá Kevin Crossley-Holland er hugtakandi.

Av ørðum, sum eg havi hitt í livandi lívi, eru eisini m.o. Jakob Martin Strid, sum er ein ótrúligur teknari og villur søgusigari. Hann er eisini eitt hugnaligt fólk, sum eg hevði stuttleikan av at fylgjast heim við í flogfarinum, tá vit høvdu verið á Salon du Livres de Paris fyri nøkrum árum síðani.

Irmelin Sandman Lilius

Men allarmest eri eg errin og æra av at standa á listanum saman við tí fittasta og mest eyðmjúka høvundanum, sum eg nakrantíð havi hitt: Irmelin Sandman Lilius. Tá eg var í Finlandi fyrstu ferð, á frásøguferð saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, vóru vit so hepnar, at gamli stjórin í Norðurlandahúsinum Peter Turtschaninoff syrgdi fyri, at vit sluppu at hitta nakrar av teimum finsku høvundum, hann kendi, Antoniu Ringbom, Christinu Andersson og at enda Irmelin.

Eg læs bøkurnar hjá Iremlin, tá eg var barn og tannáringur, og helst eiga tær sín stóra leiklut í, at eg seinni varð høvundur. Eg elskaði søgur hennara og ikki minst sjálvgjørda býin Tulavall, har nógvar av søgum hennara henda. Hann hevur heilt greitt ávirka meg, tá eg seinni gjørdi Port Janua.

Illustratión eftir Irmelin

Vitjanin í heiminum hjá Irmelin var ein uppliving fyri lívið. Hon var tá einkja eftir listamannin Carl-Gustaf Lilius, og meðan hon vísti okkum runt í sínum pragtfulla “kråkslot” (sum tey kalla hesi fantastiku húsini í svenska og finska skergarðinum, full av tornum, karnappum og øðrum útbygningum), segði hon alla tíðina frá manni sínum og savninum, sum hon var í ferð við at seta á stovn við hansara verkum. Lítið og onki segði hon um egna list og høvundaverk, hóast bæði myndlistin og høvundaverkið hjá henni í mínum eygum var nógv meira vert.

Seinni var hon sjálv og vitjaði í Føroyum, tá leikur hennara Skipið Útsynningur var leiktur í sjónleikaskúlanum hjá Sjónleikarhúsinum, og helt frálíkan fyrilestur fyri høvundum og øðrum áhugaðum í Sjónleikarhúsinum.

25. mars fáa vit at vita, hvør fær ársins ALMU. Tá verður áhugavert, um føroyskir fjølmiðlar halda tað hevur nakran týdning. Higartil hevur hesin barnabókanobel verið so púrastani ignoreraður. Einasta sum er skrivað um hann eru hasi fáu orðini á Facebook-vanganum hjá Bókadeildini, og ein lítil stubbi á blogginum Listin. Hevði ein føroyskur vaksnabókahøvundur verið tilnevndur til eina altjóða heiðursløn, hevði tað vanliga verið nevnt í øllum miðlum og greinar skrivaðar um hann. Gleðist til tann dagin, tá ein barnabókahøvundur fær sama viðrið í almenna rúminum, sum ein sum skrivar fyri vaksin………

portada

Eg kann til stuttleika nevna, at tá “Brahmadellarnir” hjá Jóanes Nielsen skuldi koma út á stóra forlagnum Random House, var skrivað í øllum miðlum um hetta, og serliga var nevnt, at tað var fyrstu ferð, at nakar føroyingur kom út á so stórum forlagi. At Skrímslabøkurnar hjá Áslaug, Kalle og undirritaðu tá longu langt síðani vóru útkomnar á Beascoa, sum er barnadeildin hjá Random House, eru fulkomuliga ignorera…..

Tagged , , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Á lista saman við hetjum

  1. Pingback: Tillukku Barbro! - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.