Ung filmsfólk vunnu filmkapping

Onkuntíð eru míni tíðindi her ikki um mítt listarliga arbeiði, sum t.d. í dag, har eg onki eigi í heiðrinum uttan tað at vera ein errin mamma.

Í síðstu viku vann yngsti sonur mín, Sirius Jógvansson Helmsdal, saman við vinfólkið filmkappingina hjá Nám um heimsmálini.

Tey ganga á filmsbreytini í Nám X, men kappaðust eisini móti teimum væl eldri, sum ganga í miðnámsskúlunum. 13 filmar komu inn, og filmur teirra, “Ráðaloysi”, vann kappingina.

Hetta segði dómsnevndin:

– Stuttfilmurin kann tulkast nógvar vegir, men bindingin til fyrst skúlan og síðan fría valið hjá tí einstaka, hugtók dómarapanelið. Serliga tá vit fóru í myrka skúlakjallaran at skifta brostna ljósið, og høvuðspersónurin ger júst tað, sum hann hevur granska seg fram til í lestrarumhvørvinum. Nú gevur hetta honum tøkar pengar úr kriminella føroyska umhvørvinum, so hann kann geva dóttrini nýggjasta og dýrasta luksusamboðið at definera samleikan við. Vinnarin í stuttfilmskappingini hjá Námi 2022 er ”Ráðaloysi” hjá filmsbreytini á Nám X.

Hanus Johannessen hevur verið lærari hjá næmingunum. Leikarar eru Edvin H. Niclasen, Knud Knudsen, Ranja R. Danielsen, Fríði M. Dam og Bartal Clementsen. Leikstjóri, kamera maður og klippari er Sirius J. Helmsdal, Tróndur Galán er tónasmiður, b-foto og runner og Luitjen A. Apol er ráðgevi og hjálpari.   

Filmurin er fyri stórsta partin upptikin í kjallaranum í Eysturskúlanum og á Vestaru bryggju í Havn.

Her ber til at síggja Ráðaloysi

og allar hinar filmarnar í kappingini.

Les meira hjá Nám.fo

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *