Í fyrra blogginum hjá mær um Mentanargrunnin, skrivaði eg, at eg onga starvsløn fái í ár. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á grunnin.
Eg havi nógv at takka Mentanargrunninum fyri. Síðani eg fyrst í 90’unum fekk mína fyrstu 1-mánaða starvsløn, havi eg fingið nógvar gjøgnum árini og serliga vóru tað tey 3 árini eg fekk í 2005, sum góvu mær møguleika at gerast høvundur aftur. Áðrenn hevði eg skrivað allar mínar bøkur, meðan eg búði í Fraklandi, har eg vegna bíligar liviumstøður, hevði møguleika at liva av tí, eg forvann av 2-3 mánaðum av summararbeiði. Eftir at eg í ’96 flutti heim til Føroyar, var lítil ella ongin tíð at skriva, meginpartin av tíðini var eg í fulltíðarstarvi aðrastaðni, og teir 1-2 mánaðirnar eg fekk onkuntíð í starvsløn frá Mentanargrunninum, rukku ikki klangt, og als ikki til skaldsøgur.
3 ár at vera høvundur
Tá eg fekk 3 ára starslønina, kendi eg tað, sum at grunnurin gjørdi eina íløgu í meg, og eg arbeiddi sera væl hesi árini (sum gjørdust til fýra, tí eg fekk loyvi at fáa 3/4 mánaðarløn útgoldna í fýra ár í staðin, so eg kundi sleppa at skriva longri).
Tá starvslønin í 2009 var uppi, hevði eg avrikað hetta:
- “Gott hugflog, Hugo”, skaldsøga fyri børn
- “Várferðin til Brúnna”, 1. bók í røðini “Úr Mosakulluni”, skaldsøga fyri børn og foreldur teirra. (Bókin varð tilnevnd barna- og ungdómsheiðursløn útnorðurs.)
- “Veturin hjá Undu”, 2. bók í røðini “Úr Mosakulluni”, skaldsøga fyri børn og foreldur teirra.
- “Stór skrímsl gráta ikki”, myndabók saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler (bókin fekk “Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur”)
- “Myrkaskrímsl”, myndabók saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- “Skrímslasótt”, myndabók saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- “Skrímslavitjan”, myndabók saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- “Veiða vind”, tónleikaævintýr saman við Kára Bæk og Janus í Húsagarði, verk bílagt av Føroya Symfoniorkestri
- ”Teir fýra heilivágirnir”, søga bíløgd uppgáva av Krabbameinsfelagnum. Varð prenta í kalendara við myndum, sum børn hava tekna til søguna.
- “Fimm mans til ein kvartett”, stuttsøga í savninum Svartideyði
- “Alioth”, stuttsøga í Mín jólabók 2005
- “Kvirra nátt”, stuttsøga í Mín jólabók 2007
- “Ov nógv av tí góða … og eitt sindur afturat”, stuttsøga í Mín jólabók 2008
- “Ongin inni”, stuttsøga í Mín jólabók 2009
- ”Spitølsk”, stuttsøga sum vann stuttsøgukapping um ungdómskærleikssøgur. Hon varð a á níggju málum í ungdómssøgusavnið, sum kom í øllum norðurlondum í 2010.
- Fyrsta barnabók mín “Tey kalla meg bara Hugo” kom út á nýnorskum. Á norskum eitur hon “Dei kaller meg berre Hugo”. Hon fekk góð ummæli í Noregi.
- Harafturat skrivaði eg partar av skaldsøguni, sum kemur út um mánaðarskiftið februar/mars í ár: “Hon, sum róði eftir ælaboganum”.
Um vit hyggja at hesum listanum, meti eg, at Mentanargrunnin fekk nógv fyri tað íløguna, tey gjørdu í meg í 2005, øgiliga nógv meira enn tey høvdu fingið, um tey høvdu býtt hesar pengarnar út yvir eini 10-15 ár og hildið á givið mær ein til tveir mánaðir av og á.
Íløga ella stuðul
Og so er tað tað: Havi eg nú fingið nokk úr Mentanargrunninum? Er tað nú tíð til, at onnur fáa?
Ja, siga flest øll helst. Nú skulu onnur hava og tú skalt gevast við at søkja. Men her er tað ketan hoppar av hjá mær.
Í einhvørjum øðrum arbeiði vildu vit hildið tað verið løgið, um ein, sum hevði prógvar í trý ár, at hann gjørdi eitt gott arbeiði, var koyrdur heim við boðunum um, at nú eiga onnur at sleppa framat. Vanlig arbeiðspláss vilja fegin halda uppá tey fólkini, sum arbeiða væl og harafturat so er tað ein íløga hjá arbeiðsplássinum. Hetta fólkið gjørdist jú betur og betur til sítt arbeiði hesi árini, og nú hann er ordiliga góður, fara vit ikki at blaka hann út! Nei, vit vilja fáa so nógv gjørligt burturúr hesi íløguni. Vit fara at hjúkla um hann, helst geva honum lønarhækkan, so hann ikki rímur til onnur við teimum royndum, sum hann hevur fingið hjá okkum.
Soleiðis er bara ikki, tá tað kemur til list og mentan. Vit duga ikki at síggja, at tey, sum arbeiða mest, oftast eisini eru tey sum gerast dugnaligast, og vit síggja ikki listastuðulin sum tað hann í veruleikanum er: ein íløga!!
Mentanargrunnurin gevur ikki listafólkum stuðul, hann ger eina íløgu í listafólkunum.
Hendan íløgan riggar ikki á sama hátt sum t.d. ein íløga í ein fiskibát. Báturin fer so við og við (vónandi) at vinna sínar egnu pengar, so honum ikki nýtist stuðul. Hann kann selja fiskin. Soleiðis er næstan ongantíð við listini, listafólki leggur so at siga altíð nógv meira arbeiði í verkið, enn til ber at fáa inn fyri sølu av verkinum, tí kann íløguslagið ikki samanberast.
Avkasti hendan íløgan gevur, er dygdargóða list, sum allir landsins íbúgvar kunnu fáa gleði av. Allir føroyingar fáa bøkur, framsýningar, sjónleikir, filmar, myndir v.m. av høgari dygd burturúr teimum pengunum, sum Mentanargrunnurin býtir út.
Ongin løn ella minstaløn?
Tí kenst tað undarligt, at man ikki hevur ein miðvísari politikk í samband við hesa íløguna. At gevast við at stuðla tey, sum eftir 3 ár hava prógvað sítt viðri, kenst ikki skilvíst. Sjálvandi skilji eg, at tað ikki undir núverandi umstøðum ber til at halda fram at geva teimum, sum hava fingið 3 ára starvsløn, fulla løn fyri alla eftirtíð, men har frá til heilt at gevast við at gera íløgur í tey, er langur vegur.
Tá tú fært 3 ára starvsløn noyðist tú at siga frá tær eitthvørt fast starv, ongin fær farloyvi so leingi. T.v.s. at aftaná sita tey við ongum starvi og ikki einari krónu í løn. Hesi fólk hava ofta nógv fyri at geva landsins íbúgvum dygdargóða list! Tey hava í nógvum føri sagt frá sær eitt fast starv.
Millum 2009 og í dag havi eg ikki fingið aðra starvsløn í Mentanarsgrunninum enn teir tríggjar mánaðirnar, eg fekk í 2013. Eg havi livað av øðrum verkætlanum, sum allar krevja so mikið nógv av mínari tíð, at tað hevur verið lítið pláss til at skriva. Sostatt eru teir førleikarnir eg fekk tey fýra árini, eg skrivaði burturav, minkaðir. Tá tú ikki arbeiðir við tínum førleikum ofta og javnan, “rusta” teir.
Áðrenn valið í 2011 lá ein ætlan frammi um at broyta Mentanargrunnin. Eg havi ikki innlit í allar broytingarnar, sum skuldu fara fram, men ein teirra var at seta á verk eitt slag av minstuløn fyri eitt ávíst tal av listafólkum, ein minstaløn sum var inntøkustýrd. Um tey, sum hava havt 3 ára stavnsløn á hendan hátt kundu fingið eina trygd fyri, at tey kundu halda fram at vera listafólk (og tí gerast betur ár um ár), so hevði hetta verið rímiligt. Landið hevur jú hildið, at tað var vert at gera íløgu í okkum, so um tey játtaðu okkum eina minstuløn, eins og tey gera við so mong onnur í hesum landinum (fiskimenn…..), so hevði hetta verið eitt land við einum mentanarpolitikki, man hevði kunna havt virðing fyri.
Henda minstalønin hevði givið listafólkum eitt virðiligari lív, har tey ikki allatíðina noyðast at bidda sær pengar og nýta stóran part av síni dýrabæru tíð at skriva umsóknir. Hjá t.d. yrkissjónleikarunum hevði hetta verið ein stór broyting, tí hesi fólk vanliga noyðast at fara biddaragongd til ALS, tá tey ikki eru við í eini uppseting á Tjóðpallinum. Tað hevði kunna loyvt teimum at arbeitt sum sjónleikarar alla tíðina og á tann hátt ríka okkum øll.
Hjá okkum, sum er sjálvstøðug listafólk við v-tali, ber ikki so frægt til sum at fara á ALS ella á Almannastovuna, tí tá skulu vit siga v-talið upp og tí missa sjálvt tær smáu inntøkurnar, sum høvdu verið møguligar. Hetta hóast at vit gjalda inn til ALS eins og øll onnur. Ja, sanniliga er munur á fólki……
Pingback: Onga løn í ár - Rakel Helmsdal