Í 1995 ella so skrivaði MFS út eina stuttsøgukapping, evnið var erotiskar stuttsøgur.
Eg búði um hetta mundi í Fraklandi, og arbeiddi burturav við at skriva. Sjálvandi vildi eg vera við til eina føroyska stuttsøgukapping og sendi inn søguna “Argantael”. Hon vann ikki kappingina, men kom við í savnið “Ein varligur dráttur í tara“.
Hitti seinni ein úr dómsnevndini, sum segði, at mín søga bókmentaliga var tann besta, men av tí at hon ikki var nóg erotisk, altso manglaði útpenslaðan erotik, var hon ikki útvald. Hetta kundi eg bara var samd í, søgan hevur ikki útpenslað sexlív, men kortini er hon, um tú lesur hana væl, sera erotisk, men ikki pornografisk, sum eg haldi, at nógvar av søgunum í savninum eru.
Søgupersónar krevja sítt pláss
Persónurin Argantael í hesi søguni, hevði tað, eins og nógvir aðrir persónar eg skrivi um, ikki lætt við at vera verandi bara í hesi søguni. Hon var vorðin til, men alt var ikki sagt um hana.
Høvundar fáa allatíðina løgin hugskot, sum tey hava hug at gera til søgur, og við jøvnum millumbilum vóru míni hugskot slík, at tey hóskaðu júst til gentuna Argantael. Soleiðis lærdi eg hana so við og við betur at kenna.
Tey árini eg hevði 3ára starvsløn frá Mentanargrunninum, tók stóra søgan um Argantael veruliga skap og eitt brot av henni bleiv til søguna “Spitølsk”, sum vann stuttsøgukappingina hjá Bókadeildini um kærleikssøgur fyri ung. Søgan er kanska ikki líka nógv ein søga um kærleika, sum ein søga um vantandi kærleika.
Leingi er tað, sum væl skal vera – sigst…
Fyri meira enn tveimum árum síðani lat eg forlagnum hjá mær, Bókadeildini, handritið. Síðani hava vit pilka og snøgga tað av og á. Har eru bert ráð til fáar ungdómsbøkur á hvørjum árið hjá Bókadeildini, so hetta er eisini ein av grundunum til, at hetta seinasta snøggaríið hevur tikið so langa tíð.
Tað sigur seg sjálvt, at tá okkurt hevur verið so leingi í gerð, er ikki lætt at vita, UM ella NÆR verkið yvirhøvur er liðugt. Eg kundi helst skrivað so nógv meira um Argantael og hennara umhvørvi, tí eg veit so øgiliga nógv meira um tað enn er skrivað í bókina, men tú mást steðga onkrastaðni. Kynstri er ikki at siga ov nógv og tó nóg nógv…
Fyri fyrstu ferð í mínum høvundalívið eri eg veruliga rødd fyri, hvat lesararnir fara at siga, tí kanska fekk eg ikki sagt nóg nógv? Kanska ov nógv? Livst so spyrst……
Perman
Eg gleðist stórliga um flottu permumyndina, sum Áslaug Jónsdóttir, vinkona og samstarvsfelagið mín hevur gjørt. Myndin rakar sera væl stemningin í bókini. Áslaug er ótrúliga dugnalig og er helst besti illustratørur og Ísland eigur og harafturat er hon frálíkur høvundur. Nærum á hvørum árið fær hon virðislønir og tilnevningar fyri verk síni. Í Føroyum kenna flest øll hana fyri vælraktu myndirnar í bókunum um lítla og Stóra Skrímsl og ikki minst sín part av tekstinum í hesum bókum, ið hava ikki minni enn tríggjar høvundar. Á føroyskum eru tó eisini aðar av bókum hennara: “Eg eiti Grímar” og “Eg vil hava fisk“, har hon eisini eigur bæði orð og tekst og so “Søgan um bláa knøttin” sum hon gjørdi saman við Andri Snær Magnason; hann eigur orðini, meðan hon eigur myndirnar, sum eisini her eru so nógv meira enn bara ein illustratión til tekstin, men er ein integreraður partur av honum.
Bókaframløga 19. mars kl. 16
Ja, so er bókin endiliga her. Tað var undarligt at halda hana í hondunum angandi av prentaríi. Undarligt, at hon er veruleiki at enda.
Hon kom longu í bókhandlarnar um vikuskiftið, men nú mikudagin tann 19. mars kl. 16 verður bókaframløgan. Vit (forlagið og eg) hava fingið avtalu við Gamla Bókhandil um at sleppa at hava hana í hugnaligu gomlu íbúðini aftanfyri í bókhandlinum. Stemningurin her er heilt tann rætti til eina bók, sum er tíðarleys og kenslufull.
Bókin er bygd upp rundan um tónleikaverkið “Enigma Variations” hjá tónaskaldinum Edward Elgar, og temaði til hetta verkið kemur dugnaliga unga Alda Sigurdsdóttir Lamhauge at spæla til tiltakið. Eisini verður upplestur, drekkamunnur og høvið at práta og seta spurningar.
Øll er hjartaliga vælkomin!
Pingback: Hon, sum róði eftir ælaboganum í In Mente - Rakel Helmsdal