Hvar eru Sunny og Súni? – Where are Sunny and Súni?

10. desember var hendan søgan at lesa í Mín jólabók 2022: Hvar er Sunny Súni? er ein søga um vinarlag millum ymsar aldrar og um minnissvik (demens). Hon fyrigongur í ellisheiminum Í Skýmingini, sum eg havi skrivað fleiri søgur um, onkur útgivin, fleiri fara at koma. Myndirnar eru eisini mína,… les meira….

Reiggjan / The Swing

Onnur myndabók mín kom út á heysti 2021. Søgan er um tvíburðarnar sum ynskja sær reiggju, men ikki sleppa fyri foreldrunum. Ein dagin gera tey kortini eina reiggju og spæla í henni allan dagin. Endin kann sigast at vera eitt sindur óvæntaður. Í hesi bók nýti eg nakað av somu… les meira….

Kjarr – ein “spor-skaldsøga”

Eitt er, ið kallast “road movie” og í bókmentaheiminum finnast eisini “road novels”, altso “vegaskaldsøgur”. Kjarr er næstan tað, men vegurin er fyri tað mesta ein tokbreyt, so Kjarr kann kanska kallast “a rail novel”, ella ein “sporskaldsøga”. Bókin er um ungu kvinnuna Laura, 21 ár, sum eftir ein traumatiserandi… les meira….

Bókamyndir/ Illustrations

Tá eg skrivi, síggi eg fyri mær tað eg sigi frá um, eg havi myndirnar í høvdinum, men hóast eg lærdi at skriva og mangt annað í skúlanum, lærdu tey okkum ongantíð at tekna. Tí havi eg altíð verið noydd at biðja onnur at gera tær myndirnar, sum eg vil… les meira….

Hendingarríku løturnar hjá Milju Aura/Milja Auras Eventful Moments

Tann 19. september kom stuttsøgusavnið Miljuløtur út alment. Hetta hendi á hugnaligari bókaløtu á Sunda Bókasavni í samband við Mentanarviku í Sunda kommunu.             Nógv børn vóru komin at lurtað, tá høvundurin læs upp úr løtunum hjá Milju Aura.  Forlagið sigur um bókina: “Bókin er… les meira….

Nýggj føroysk skaldsøga løgd fram í gamlari stovu

Í tí oysandi regninum mikudagin tann 19. mars var heitt og fjálgt í hugnaligu stovuni hjá H.N. Jacobsens Bókhandli. Stovuna kenna ikki øll, tí hon liggur aftanfyri handilin og er ein sonn perla. Tað kenst sum at traðka inn í eina aðra tíð, har tað var viðtikið at vera vakurt… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum – skaldsøga

Einaferð var tað….. Í 1995 ella so skrivaði MFS út eina stuttsøgukapping, evnið var erotiskar stuttsøgur. Eg búði um hetta mundi í Fraklandi, og arbeiddi burturav við at skriva. Sjálvandi vildi eg vera við til eina føroyska stuttsøgukapping og sendi inn søguna “Argantael”. Hon vann ikki kappingina, men kom við… les meira….