30. mai kundi eg skriva hesi fantastisku tíðindini:
Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina
Hetta vóru stórtíðindi, sjálvandi, men leingi hevur verið at bíðja, til vit fingu at vita, um vit vóru hepnu vinnararnir ella ikki.
Í skrivandi stund vita tit, at tað vóru vit tíverri ikki, men eg haldi kortini at vit vunnu nakað við at vera nomineraði. Haldi heldur ikki, at vit taptu, vit vóru bara ikki vald.
Útvalda bókin var Karikko eftir Seita Vuorela og Jani Ikonen (ill.) úr Finlandi. Hetta er ein rættliga experimentarandi ungdómsbók. Tað ber illa til at siga, at ein ungdómsbók er betur enn ein myndabók ella eitt yrkinggasavn ella ein bók fyri 7 ára gomul.
Bøkurnar eru stutt sagt ov ymiskar til at tað ber til at siga, at ein er betur enn hin, allar innstillaðu bøkurnar vóru góðar. Øll londini høvdu mett tær at vera tað besta, sum tey høvdu, so tað er altíð eitt val. Í ár valdu tey at geva einari experimenterandi ungdómbók prísin. Spennandi at vita, hvat tey velja næstu ferð!
Her kanst tú lesa meira um heiðurslønina.
Ivasamt hátíðarhald
Tað var rættiliga stórsligið at vera við á hátíðarhaldinum. Oprahúsið í Oslo er ótrúliga flott og alt var imponerandi orkestrerað. Kortini eri eg ikki vís í, at mær dámdi hóvastákið. Hatta var eitt dýrt hátíðarhald og um endamálið var at seta fokus á mentan, umhvørvi og tey útvaldu, so haldi eg ikki, at tað eydnaðist væl. Tey nomineraðu kendust onkursvegna ikki sum høvuðspersónar í showinum, tey vóru bara ífylla millum tey flottu undirhaldsinnsløgini. Tey nomineraðu vóru presentreraði á einum skýggja, nøkur sekund fyri hvønn og tað var einastu ferð nøvnini ella verkætlanirnar hjá teimum vóru nevnd. Tey vinnandi komu sjálvandi á pallin og fingu talutíð, men t.d. tosaði finski vinnarin finskt, tá hon hevði sínar takkartalu, við tí úrslitið, at ongin í salinum skilti eitt orð. Vónandi varð hetta tulkað í sjónvarpinum…..
Tað ringasta vóru lýsingarnar av teimum barna- og ungdóms-nomineraðu og teimum umhvørvisnomineraðu. Tá tey vístu umhvørvisverkætlanirnar, nevndu tey heiti á verkætlanini og nøvnini á teimum, sum vóru við, ongin mynd av fólkunum, og ongin verulig frágreiðing av, hvat verkætlarninar snúðu seg um. Hetta kendist sera tómligt, tí sjálvandi eru hetta verkætlanir við stórum visiónum, sum høvdu verið áhugaverdar at hoyrt meira um.
Barna- og ungdómsbókmentirnar vóru presenteraðar av fittum børnum: eitt barn helt bókina upp og segði okkurt fitt, men ofta ikki serliga sigandi. Heiti á bókini og høvundunum sást oftast ikki, tað var skriva við hvítum á hvíta bakgrund. Úrslitið var, at tá finska bókin vann, visti so at siga ongin, sum eg kendi í hvussu so er, hvør hendan bókin ella høvundurin var. Stutt sagt hevði ongin veruliga sæð, tað sum var á skýggjanum, hóast tað, at tey flestu har mundu havt lisið á heimasíðuni, hvørji tey nomineraðu vóru. Heima í stovunum í Norðurlondum mundu tað vera fá, sum høvdu googla tey nomineraðu. Tey fingu bert hesi fáu sekundini í eini fittari, men nyttuleysar lýsing.
Vaksnabókmentirnar vóru frægari lýstar. Høvundurin slapp at lesa upp úr bókini heima hjá sær sjálvum og andlit hansara var víst á skerminum og tíðiligt navn á bókini. Tónleikararnir vóru vístir við mynd og tónleikabrotið og somuleiðis filmsfólkini. Tað kendist, sum um hesi vóru høvuðspersónarnir og hini fyrrnevndu vóru hjápersónar. Hetta er ikki virðiligt fyri slíkar heiðurslønir, sum skulu eitast at vísa, at Norðurlandaráðið leggur stóran dent á mentan og umhvørvi. Í sjálvum konseptinum er heiðurin jú eins fyri allar virðislønirnar: prísurin er hin sami fyri allar. Hetta átti at sæst aftur í hátíðarhaldinum.
Áðrenn showið vóru vit nógv sum hildu, at allir hesir pengarnir (show + ferðing + hotel fyri so nógv fólk) helst høvdu verið betur brúktir til sjálva mentanina, at skapa meiri list fyri, men flest øll hugsaðu sum so, at um hetta showið veruliga var setti fokus á mentan og umhørvi, gav tí ein popularitetsfaktor úti millum vanlig fólk, so sum Oscar-show o.l. gera fyri filmin, so kundi tað kanska forsvarast. Eftir showið kann eg bara konstaterað, at enn er hetta málið ikki rokkið. Vónandi verður hetta betur til næstu handanina, tí hugskotið er fyri so vítt gott: At geva mentanini glamourstatus. Tað er tað einasta, sum fjøldin vil hava………
Tá hetta er sagt, so var tað hugaligt at hitta høvundar, listafólk og onnur úr hinum Norðurlondunum, og skapa sambond millum listafólk skal ikki undirmetast. Eisini var tað ótrúliga áhugavert at sleppa ein túr back-stage í operuni, har 600 fólk starvast, men tað besta við hesi ferðini sigi eg frá í næsta bloggi.
Pingback: Enn á lívi…. - Rakel Helmsdal