Bókin er pallurin – Ummæli av Skrímslalív eftir Laufey Brynhildardóttir

(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17) Bókin er pallurin Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up. Vit kenna øll til lukku-kortini, sum… les meira….

Karavella Marionett-Teatur á Suðuroyar-turné við tveimum leikum

Karavella Marionett-Teatur hevur nú tveir leikir á skránni: “Dansa so væl og leingi“, sum er leikur fyri vaksin og børn, ið tíma at lurta. Hann verður leiktur í stóra ferðandi leikhúsinum, við marionettum. Les meir um leikin HER. Hin leikurin er “Skrímslalív“, fyri børn og barnligar sálir í øllum aldrum,… les meira….

Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

  10. apríl 2016 var frunsýning av nýskrivaða marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði leikinum, sum Rakel Helmsdal skrivaði, spældi og skapti. Søgan er um Eleonoru og Sindra, tvey børn, sum vaksa upp saman, gerast góð og verða atskild vegna ymisk áhugamál. Hægsta ynski… les meira….

Hví er “Hon…” tilnevnd? – Why has “She…” been nominated?

Tá okkurt verk verður tilnevnt til eina heiðursløn, verður vanliga ein grundgeving gjørt fyri hesum. Grundgevingin fyri at “Hon, sum róði eftir ælaboganum” er tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins  er sambært tilnevningarnevndina hendan: Hon, sum róði eftir ælaboganum. Rakel Helmsdal. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2014. 16 ára gamla Argantael hevur sett… les meira….

Hon, sum róði til Helsinki / She rowed to Helsinki

So sleppi eg endiliga at siga tað! “Hon, sum róði eftir ælaboganum” er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókamentaviðriðsløn Norðurlandaráðsins! Fyri nøkrum vikum síðani fekk eg eina ógvuliga hemmiliga telefonuppringing, sum segði mær gleðiboðini, men eg mátti ONGUM siga frá, slett ongum!  Eg havi hildið mær síðan, ella næstan, maður og… les meira….

“Eitt ynski á ferð” – viðmæli

Av og á – og ikki ofta – upplivir tú okkurt, sum kennist so rætt, at tað ikki ber til at fara víðari, uttan at siga øðrum frá, so tey eisini skulu hava ein kjans at uppliva hetta. Soleiðis kendi eg tað, tá eg hevði verið gjøgnum Sansavilliniborgina “Eitt ynski… les meira….

Tríggjar bøkur góðkendar á forlagnum / Three books approved by the publisher

Góð tíðindi eigur man ikki at liggja á, tí kanska onkur annar eisini heldur tað vera góð tíðindi. Seinasta mánaðin havi eg fingið tey gleðiligu boð, at báðar bøkurnar, sum eg sendi forlagnum hjá mær, Bókadeildini, beint fyri ársskiftið, eru góðkendar til útgávu. Sjálvandi skulu tær nú gjøgnumarbeiðast, men tað… les meira….

Vitjið skrímslini / Visit the Monsters

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru komin til Føroyar og eru í ferð við at seta heim síni upp í Norðurlandahúsinum, so tit øll kunnu støkka inn á gólvið hjá teimum. Har kanst tú spæla, tekna, klintra og lesa bøkur saman við teimum. Ert tú barn ella hevur børn ella… les meira….