650 orð – finn uppá ein persón og sig søguna

Uppgávan til næstu ferð í táttinum “650 orð” er ikki so einføld sum seinast, tá hon bara var “óhugni”. Tað merkir ikki, at hon er ringari at skriva, men bara at hon er longri at greiða frá.

Hon er soljóðandi:

650 orðHer hevur  tú 5 orð:

  • Lyklatyssi
  • Súrepli
  • Droymandi
  • Niðanbrekka
  • Forvitni

Nýt hesi fimm orðini og finn uppá ein persón. Lær teg at kenna hendan persónin, royn at finna út av ymsum um hann/hana.

Sig so eina søgu í 650 orðum um hendan persónin.Í søguni nýtist tær ikki at nýta hesi fimm orðini.

Seinasta freist at senda inn til gmf@kvf.fo er týsdagin 4. november á middegi.

Eg gleði meg at lesa søgur tykkara!!!!

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *