Til táttin 650 orð fingu vit fyrstu ferð 30 søgur sendandi, men síðani eru oftast komnar einar 10-15 søgur inn. Ein verður vald at lesa upp sjálvan dagin, vit hava táttin.Tað er tann søgan, um bæði er best skrivað og á áhugaverdasta hátt fyllir uppgávuna, sum er til tann dagin.
Men fleiri aðrar søgur eru eisini góðar, og tí hava vit avgjørt at lesa nakrar fleiri upp í døgunum eftir táttin. Hósdagin lósu vit “Hypnosa” hjá Simonu Midjord, men boðaðu eisini frá tveimum øðrum søgum, vit fóru at lesa.
Her eru tær:
“Ørindagentan” eftir Riu Torgarð
og
“Húsið” eftir Jensinu Olsen
Lurta við at klikkja á heitini…..