Hypnosa – 650 orð

650 orð_gysSo er hósmorgunin farin afturum, og 650 ræðandi orð hava verið í Góðan morgun Føroyar.

Evni til søguna hesaferð var óhugni og 9 fólk vóru nóg djørv at senda at seta seg niður og skriva eina óhugnaliga søgu og senda inn.

Eg valdi søguna “Hypnosa”, tí hon stutt sagt var tann besta. Uppgávuorðingin var at skriva eina ræðusøgu, men kanska royna at nýta okkurt, sum vit ikki beinleiðis seta í samband við óhugna, heldur enn klassiskar ræðueffektir sum vampyra ella zombies etc.

Tað vísti seg, at Simona Midjord eisini hevði skrivað hesa søguna. Tað endar sum við presti og spurnarkappingini við hetta lag 😀

Hoyr søguna HER.

Fleiri aðrar søgur vóru eisini góðar, og vit hava valt at lesa tvær av teimum. Tann eina eitur “Húsið” og er eftir Jensinu Olsen og hin er “Ørindagentan” eftir Riu Torgarð. Tær verða lisnar upp fríggjadagin 31. oktober, sjálvan Allahalgana aftan og hin mánadagin tann 3. november.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *