At mála myrkri

2016-02-06  210528

Fyri eini tíð síðani sendi Kunningarstovan (visittorshavn.fo) eini boð til LISA (Listafólkasamband Føroya) og eftirlýsti listafólki, sum høvdu áhugað fyri at gera ljósinstallatiónir í miðbýnum í Havn á Vetrarljós 2016, dagurin har miðbýurin í Havn hátíðarheldur, at vit eru farin at ganga ímóti ljósari tíðum.

Eg fór beinanvegin at hugsa um spennandi spanska listabólkin, sum ger ljósinstallatiónir við meingin: Luzinterruptus. Eg havi verið hugtikin av arbeiði teirra í nógv ár. Hetta siga tey um seg sjálvi:

“Luzinterruptus is an anonymous artistic group, who carries out urban interventions in public spaces. We use light as a raw material and the dark as our canvas.”

Tey hava skapað hugtakandi installatiónir, antin estetisk vakrar, fyri at varpa ljós á burturgloymdar býarpartar, ella installatiónir, ið hava ein sterkan boðskap. Her eru nakrar:

Eg havi altíð droymt um at sleppa at vera við til at gera líknandi, so tí segði eg beinanvegin ja til at vera við til tiltakið hjá Kunningarstovuni. Sama gjørdu nøkur onnur føroysk listafólk: Rannvá Holm Mortensen, Brandur Patursson, Ole Wich, Pernille Heinesen og Annie Heinesen. Kunningarstovan keypti ljósdiodur og battaríir og vit komu við hugskotunum og arbeiðsmegini.

Vit høvdu ov lítla tíð og vóru ov fá fólk at gera hetta, men úrslitið gjørdist kortini stuttligt 🙂 Her eru nakrar myndir av úrslitunum:

Tagged , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *