Fleiri gomul tíðindi:
Tú gerst ikki rithøvundur, tí tú væntar tær at gerast ríkur. Tú verður rithøvundur, tí tú bara mást sleppa at siga søgur, hóast tú nærum onki fært fyri tað. Forleggjarar, prentarar, bókhandlarar og onnur, sum eru um bøkurnar, eftir at vit hava skrivað tær, fáa øll sína mánaðarløn og oftast eru tað eisini tey, sum sleppa at ferðast o.s.fr. í samband við okkara bøkur. Men onkuntíð dryppar tað altso á deknin.
Í september í fjør vórðu skrímslahøvundarnir Áslaug, Kalle og eg boðin til Svøríkis til at greiða frá samstarvinum handan skrímslabøkurnar. Tað var Samfundet Sverige-Island og Samfundet Sverige-Färöarna, sum bjóðaðu okkum. Mítt góða forlag Bókadeildin bjóðaði sær at gjalda ein part av ferðini og Loftbrúgvin stuðlaði hinum partinum og í Stokkhólmi fingu Áslaug og eg innivist hjá vinarliga og vitandi føroyavininum Nannu Hermansson.
Í Stokkhólmi vóru vit tann 22. september boðin at halda fyrilestur í Författarnas hus , eini sera vøkur gomul hús mitt í centrum. Fjøldin, sum møtti upp til fyrilesturin var ikki stór, men sera áhuga og spurningarnir vóru nógvir.
Nanna Hermansson skrivaði aftaná hesa greinina um tiltakið: Monsterböcker för barn och vuxna i nordisk samverkan
Dagin eftir bjóðaði Nanna Hermansson okkum eina snarsightseeing kring býin. Sjáldan havi eg sæð og uppliva so nógv uppá so fáar tímar.
Vit vitjaðu á einum fantastiskum bókasavnið, ið eitur Rum for Barn, har tey eru áhuga at fáa Skrímslaframsýningina at vitja, tá hon er liðug í Gerðubergi.
Vit vóru túr í Gamla Stan og vitjaðu ein vakra kirkju og ótu úti á eini hugnaligari matstovu.
Vit sóu nýggju íslendsku ambasadørin í Svøríki, Estrid Brekkan, koyra í karet til kongsborgina at verða innsett og aftaná vóru vit til receptión á ambasaduni.
Alt hetta uppá nakrar fáar tímar. Her er eitt myndasavn frá tímunum.
- Flotti gamli bilurin hjá Nannu og teimum, sum koyrdi okkum inn til tokstøðina.
- Run för barn – eitt fantasiríkt bókasavn, sum hevur so nógvar vitjandi, at tað er neyðugt at skriva seg upp!
- Rúmi har skrímslaframsýningin kanska skal vera
- Lítil framsýning av bókasavnsverum.
- Lítil framsýning av bókasavnsverum.
- Lítil framsýning av bókasavnsverum.
- Vit bíðja eftir ambasadørinum. Nanna átti fløgg úr øllum Norðurlondum
- Vit bíðja eftir ambasadørinum. Nanna átti fløgg úr øllum Norðurlondum
- Vit bíðja eftir ambasadørinum. Nanna átti fløgg úr øllum Norðurlondum
- Her koyrir ambasadørurin til konsborgina fyri at vera officielt innsett.
- Flott drekastandmynd í kirkju í Gamla Stan.
- Skrímslahøvundarnir og íslendski ambasadørurin Estrid Brekkan
- Nanna Hermansson og Estrid Brekkan
- vøkur gøta í Gamla Stan
Um tveytíðina tóku vit øll fýra tokið til Göteborg á bókamessuna.
Eg var bert á bókamessuni tveir dagar, tí eg mátti skunda mær heim at taka mær av Ung í Føroyum-stevnuni, men tað var sera áhugavert at uppliva hesa risastóru messuna, har áhugaverdar bøkur í tonsatali vóru allastaðni kring meg og at “mingla” og hitta gamlar kenningar, norðurlendskar høvundar, eg í flestum førum havi hitt á høvundaskeiðum á Biskops Arnö.
Kalle, Áslaug og eg høvdu eitt tiltak á Ung Scen, har vit vóru interviewaði av Sigurði Ólafssyni, ið stendur fyri skrivstovuni hjá bókmenta-virðislønum Norðurlandaráðsins.
Her er bloggan hjá Áslaug frá Skrímslaferðini.
Her eru nakrar bloggur hjá Kalla: Skrímslafyrilestur, dagurin í Stokkhólmi og bókamessan.