Dreymrúm – Tableaux vivant

Dreymrúm 2

Brot úr “Dreymrúm 2”
Rakel Helmsdal 2015, blandað tøkni

Tableaux vivant er eitt slag av performance list, sum serliga nýtt í 1800-talinum, fram til livandi myndir á filmi gjørdust vanligar. Tableaux vivant hava sín uppruna í miðøld, har tað ofta vóru átrúnarligar pallsetingar.

Undir framførsluni av einum tableau vivant skuldu luttakararnir ímynda persónar úr bókmentum, myndlist, søgu ella gerandislívi. Tá tjaldið fór frá, stóðu leikararnir frystir í eina ávísa tíð. Pallsetingin hevði stóran týdning, uppstilling, búnar, sminka, ljós og andlitsbragd. Onkuntíð var yrking lisin ella tónleikur spældur á pallinum og ofta var stór ramma sett um pallin, so tað var greiðari, at hetta skuldi ímynda eina málaða mynd.

Tá fotografiið varð uppfunnið, nýttu fotografar eisini hesi tableaux vivant, og nógvir fotografar arbeiði við tí slíkum.

Tableaux vivant hava altíð havt mín áhuga, og nú stutt síðani fann eg uppá at gera míni egnu tableaux vivant, (tó kortini ikki eru heilt vivant). Eg geri pallsetingar í eini rammu, smáar standmyndir, har figurarnir eru frystir í eini ávísari rørslu. Onkrar hava innbygdan tónleik. Sum í einum sjónleiki ella aðrari sýning, fylgir ongin frágreiðing við. Søgan er tann, TÚ heldur er søgd her.

Her eru myndir av mínum fyrstu tableuax vivant. Heiti: Dreymrúm 1 og 2.

Dreymrúm 1

“Dreymrúm 1”
Rakel Helmsdal, 2014, blandað tøkni

Brot úr "Dreymrúm 1" Rakel Helmsdal, 2014, blandað tøkni

Brot úr “Dreymrúm 1”
Rakel Helmsdal, 2014, blandað tøkni

Dreymrúm 1

Brot úr “Dreymrúm 1”
Rakel Helmsdal, 2014, blandað tøkni

Dreymrúm 2

“Dreymrúm 2”
Rakel Helmsdal 2015, blandað tøkni

Dreymrúm 2

Brot úr “Dreymrúm 2”
Rakel Helmsdal 2015, blandað tøkni

Dreymrúm 2

Brot úr “Dreymrúm 2”
Rakel Helmsdal 2015, blandað tøkni

Dreymrúm 2

Innbygdur tónleikur
Brot úr “Dreymrúm 2”
Rakel Helmsdal 2015, blandað tøkni

Tilfarið til tableax’ini er cigarkassar, gamlar bøkur, pappírsleirur, metaltráður, málaratape, 3 sløg av lími, urlutir, blekk, akrylmáling, “de forhåndenværende søm” – og hugflog og tol…

Bæði tableax eru burturgivin, tí ogn.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

3 Responses to Dreymrúm – Tableaux vivant

  1. Pingback: Fríggjadagsmyndin - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Spælidós 3 – Ósin - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

  3. Pingback: Dreymrúm 4, 5 og 6 - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *