Eg meini tað: Ein farri av stórbýi…..

Ja, hevði satt at siga okkurt sovorið ordiliga álvarsligt mál, eg hevði ætlað mær at skriva um, okkurt sovorið at øsa seg um, at verða sjokeraðu av o.s.fr., men áðrenn eg skuldi seta meg við telduna, hendi nakað ótýdligt, ikki nakað stórt og ræðiligt á nakran hátt, bara nakað ótýdligt.
Havnin er broytt nógv hesi seinastu árini, ja, bara hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar.
Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr ymsum heimskrókum, vit kunnu frøða góman (fyri ikki at tala um búkin), við krásum úr Kina til Kolturs, úr Marokko til Mykinesar. Vit kunnu ganga á kafé um dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keypmannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og drekka irish cofée ella Pina Colada afturvið livandi jazzi ella “hyggepiano”.
Spákar tú gjøgnum miðbýin eitt vanligt góðveðursvikukvøld, so ganga allastaðni fólk og smápráta. Fyrr var tað ikki fyrr enn um 2-tíðina vikuskiftisnætur, at býurin ýddi í fólki. Havnin hevur knappliga eftir nøkur heilt fáum árum fingið ein farra av stórbýi. Og tað er ein góður fjálgur farri, tí hann er jú tíbetur enn í rímiligum mátistokki, og verður neyvan ongantíð ov stórur heldur.
Men, – so var tað handan lítla ótýdliga hendingin, sum onki hevði uppá seg, – og tó…….
Tað, sum hendi, var, at eg traðkaði í ein, – ja tit kunnu sjálvi hugsa tykkum hvat, – beint undir mínum snóratræði, har eg skuldi til at hanga nývaskaði vælangandi songarklæðir upp. Við stórbýarfarranum er nevniliga nakað annað fylgt, sum tey flestu helst vildi verið fyri uttan.
Í stórbýum (ið vegna hóskandi stødd kunnu loyva sær at nýta hetta heiti) er eitt fólkaslag, sum ikki kann fara út at spáka einsamalt, men noyðist at hava ein hund sum umbering til at flyta apostlarnar. Ikki at eg á nakran hátt havi nakað ímóti, at fólk hava húsdjór, men húsdjór valdast. Hundur er ikki eitt djór, sum hugsar nakað stórvegis um reinføri á gongubreytunum og grasvøllunum o.s.fr. Alt í lagið, ein einstakur hundalortur á gongubreytini av og á, tað doyr ongin av, men tá tað, sum nú, er vorðið neyðugt altíð at hyggja niðurfyri seg, tá tú gongur til og frá arbeiði, so at tað ikki longur ber til njóta útsýni, og einar 4-5- ferðir á 15_minuttum stutta teinin oman úr barnagarðinum, ert noydd til at biðja sonin ansa sær fyri lortum, ja, so……….. Aðrastaðni hava tey loyst hendan trupulleikan við antin at geva hudaeigarunum bót, um tey ikki samla lortin upp og taka hann við sær, ella sett fólk at koyra runt á motorsúkklum og samla inn.
Men alt gott um hundar annars…… Tað einasta eg komi at hugsa um, sum ger meg eitt sindur minni álvuliga við hesum stórbýarfarranum, tað er hetta, sum eg varnaðist í Danmark: Tað var vorðið vanligari hjá fólki at ganga túr við hundum sínum, enn við børnunum.
Vóni ongantíð vit vera so stórbýarkend, at vit fara at síggja gøturnar millum kaféeirnar og matstovurnar yvirsáddar við hundalortum, í staðinfyri foreldum við prátandi børnum………..
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *