Eg meini tað: Smart!

Harragud, sum alnótin er smart!
Ja, hevði hon ikki verði til, ja, so høvdu tit ikki sitið og lisið hetta beint nú. Nei, her hevði stutt sagt ongin klumma verið, ella í hvussu so er ikki mín klumma. Tí eg sat í góðari trúgv her yviri í Hallunda, Stockholm, og helt, at eg bara skuldi sita her og njóta fyrilestrar og sjónleikir einar 10-12 tímar um dagin og síðani gera akkurát hvat tað passaði mær, t.v.s. sova…..
Men hvat, eg geri ta dáragerð at lata teldupostin upp, at vita um onkur kanska hevur minst til mín, nú eg eri burturstødd, og hvat er tað so, eg fái?
Ein áminning um, at tað er mín ivasami heiður at fylla klummuna hesaferð………
Ja, so er ikki annað hjá mær at gera, enn at seta meg við mína lumateldu og skriva. Ikki tí eg júst veit, hvat eg skal skriva, men skriva skal eg, tí annars livi eg ikki upp til tað, sum eg pástandi yvirfyri næmingum mínum í kreativari skriving, nevniliga, at øll altíð kunnu skriva, um bara viljin er til staðar. Sigi ikki, at tað altíð verður líka gott, men man kan………
Fyri at koma aftur til tað eg byrjaði við, tað, at tað er so smart………… alnótin og teldan sum heild. Ja, hendan eg skrivi uppá er ikki meira enn einar 17×10 cm, og kortini kann eg skriva tekstir uppá hana betur enn eg nakrantíð kundi við eini ferðaskrivimaskinu, sum vigaði 10 ferðir so nógv, og uttan at noyðast at skriva tekstin fleiri ferðir, sum eg hevði noyðst, um eg skrivaði hann við hond.
Har er eisini so nógv annað smart við teldum, alt møguligt sum tú knappliga kanst gera sjálv, plakatir, skáir, alskyns myndaviðgerð, tín egna tónleik, skáseta hvattaðskalvera, ja, satt at siga, so er tað so óendaliga nógv, sum tú kanst gera nú, og tú ikki kundi fyrr. Ella sjálvandi kundi tú gera tað fyrr, í ein vissan mun, við saksi og lími, við litblyantum og aðrari tekniútgerð, við ljóðførum og bandupptakarum, við kartotekskortum, – men tað var ikki tað sama kortini, úrslitið var ikki so professionelt, ikki so flott, ikki so lætt at finna runt í. Og fert tú út at alnótina er tað bókstaviliga onki mark fyri, hvat tú kanst finna av upplýsningum, undirhaldi, og annars alt líkt og ólíkt (ok, kanska mest ólíkt).
Men har er eitt teldur ikki eru, sjálvt um tað kanska onkuntíð hevur verið sagt. Tær eru ikki tíðarsparandi! Tú fart kanska gjørt eina fundar-, ella konsertskrá nógv vakrari og snøggari enn fyrr, men tað tekur ikki minni tíð enn við saksinum og líminum, tí nú tú hevur møguleikarnar, so vilt tú fegin brúka teir til fulnar, og tað tekur tíð! Tú kanst kanska leita skjótari eftir tilfari, nú tú hevur alnótina, men úrslitið verður ofta, at tú kortini nýir eins nógva tíð, ja kanska meiri, tí at tú nú fært atgongd til nógv meira viðkomandi tilfar, og tí skal nýta nógv longri tíð til redigering.
Og ja, um telduposturin ikki var uppfunnin, og eg hevði verði uttanlanda, ja, so hevði eg ikki fingið hatta áminningarbrævið, fyrr enn eg kom heim, og tá hevði tað verið ov seint at skriva nakra klummu, og so hevði eg spart hesar báðar tímarnar, eg endiliga havi frí millum tveir fyrilestrar…………….

Men annars so meini eg, at telduposturin er tað smartasta uppfinningin í hesi øldini 🙂

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *