“Eitt ynski á ferð” – viðmæli

Av og á – og ikki ofta – upplivir tú okkurt, sum kennist so rætt, at tað ikki ber til at fara víðari, uttan at siga øðrum frá, so tey eisini skulu hava ein kjans at uppliva hetta.

Soleiðis kendi eg tað, tá eg hevði verið gjøgnum Sansavilliniborgina “Eitt ynski á ferð”, sum ber til at uppliva í Norðurlandahúsinum hesa vikuna til 9. apríl.

Hetta er ein uppliving, ið er ring at ummæla, tí ikki ber til at siga ov nógv, hetta skal upplivast og ikki greiðast frá. Men við heilt fáum orðum kann eg siga, at hetta er ein hjartanemandi og innilig uppliving. Ein ferð inn í hugaheimin, alheimin og teg sjálva/n. Tað er ikki bara ein sansavilliniborg, men ein ferð inn í villiniborgirnar í huga tínum, um tú letur teg fara við løtuni, sum ein pappírsbátur letur seg fara við ánni – at bara vera til eitt bil, ikki gera teg til nakað, ikki látast ella verða til reiðar.

Meginparturin av undirhaldi og tiltøkum vit kunnu fara til, vendir sær til extroverd menniskju. Har er nógv ljóð, nógv ljós, nógv orð/tónar, nógv og stórt av øllum. Alt skal taka okkum av bóli, tað skal floyma inn yvir okkum, gera okkum ovfarin, so vit koma út sum onnur menniskju ella í hvussu so er út við eini uppliving, sum vit ikki gloyma, tí hon yvirfloymdi allar sansir okkara og gav okkum nýtt og øðrvísi at hugsa um. Alt roynir at røkkum okkum, rættir seg út eftir okkum og næstan onki bíðar eftir, at vit røkka út eftir tí.

Tað er helt ikki tilætlað, at alt hetta skal vera ágangandi, tað er bara so undirhald “skal vera” og ofta er tað eisini gott og spennandi og mennandi og alt tað, men hjá fólkið, ið eru meira introverd, krevja flestu sýningar/framførslur/etc. orku, ofta minst líka nógva orku, sum tey geva, onkutíð kanska meira.

Soleiðis er ikki við Sansavilliniborgini. Hetta er nærum fyrsta ferð eg havi uppliva eina sýning/framførsla/(ella hvat tað er), sum veruliga er til introverd menniskju. Upplivingarnar koma til tín, um tú hevur orku og mót at taka ímóti teimum, og so hvørt, sum tú ert til reiðar.

Útslitið er so inniligt, at tað stendur eftir í dagar. Friðin, eg slapp at uppliva har inni, beri eg við mær leingi.

Túsund, túsund takk, at tit gjørdu hetta, Planeta 15, TVAZZ, Dagarnir 2016 og Norðurlandahúsið!

Og tit, sum enn ikki hava nýtt høvdið at fara, geri tað! Vaksin, takið børnini við! Børn, takið tey vaksnu við. Vinir, takið hvønn annan við! Ella far bara sjálv/ur uttan at taka nakran við, um tú so er 7, 17, 37, 57 ella 87. Far bara! Tað er so leingi millum slíkar upplivingar, so øgiliga leingi.

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *