Hon, sum róði til Helsinki / She rowed to Helsinki

So sleppi eg endiliga at siga tað!

“Hon, sum róði eftir ælaboganum” er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókamentaviðriðsløn Norðurlandaráðsins!

Fyri nøkrum vikum síðani fekk eg eina ógvuliga hemmiliga telefonuppringing, sum segði mær gleðiboðini, men eg mátti ONGUM siga frá, slett ongum! 

Eg havi hildið mær síðan, ella næstan, maður og børn skálaðu saman við mær yvir eini 4 rættirs heimagjørdari menu, fyri at hátíðarhalda tað, í allari hemmiligheit sjálvandi 🙂 Tað er ein brúsandi kensla 😉

Men í gjár fór tað so út um alla verðina, ella í hvussu so er alt internetið og tað er næstan tað sama.

Her er tað eitt sindur meira lesiligt á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.

Urd hjá FarLit (Literature from the Faroe Islands) gjørdi hetta uppfinnsama tíðindabrævið: 

Á netinum stóð tað eisini HER og HER og HER og sjálvandi skrivaðu tey eisini nógva staðni runt í norðurlondum um tað.

HER kanst tú lesa grundgevingina fyri tilnevningini.

Ræðuliga spennandi er tað og eg gleði meg at sleppa til Helsinki 1. november, tá tað verður avdúkað, hvør fær tann stóra heiðurin. At verða tilnevnd er longu ein heiður, so eg frøði meg bara um, at bókin kanska verður meira lisin og at eg sleppi til Helsinki at hitta vinir og kenningar og verða partur av einum festligum hátíðarhaldið.

Eitt sindur stuttligt er tað kortini at verða tilnevnd til hesa heiðursløn 2. ferð, hóast hetta bara er 5. ferð, hon verður givin…


At last I am allowed to say it aloud:

“She Rowed After the Rainbow” has been nominated to The Nordic Council Children and Young People’s Literature Prize 2017!

I’m looking so much forward to going to Helsinki in November to hear who is going to be the honored one. I also look forward to meeting old and new Nordic friends there. 

In the videos above you can see a list over the nominees and a little interview/presentation made by FarLit (Literature from the Faroe Islands) for the occasion. 

If you want to read the reasons for the nomination, they can be read HERE.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *