Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

“Eitt ynski á ferð” – viðmæli

Av og á – og ikki ofta – upplivir tú okkurt, sum kennist so rætt, at tað ikki ber til at fara víðari, uttan at siga øðrum frá, so tey eisini skulu hava ein kjans at uppliva hetta. Soleiðis kendi eg tað, tá eg hevði verið gjøgnum Sansavilliniborgina “Eitt ynski… les meira….

“Skrímslini” í Føroyum – The “monster” in the Faroe Islands

Bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl hava trý “foreldur”: Tríggir høvundar hava funnið uppá og skrivað søgurnar og ein teirra ger tær frálíku myndirnar, sum eru so lættar at gerast góður við. Høvundarnir eru Áslaug Jónsdóttir, íslendskur høvundur og illustratorur, Kalle Güettler, svenskur høvundur og Rakel Helmsdal, føroyskur høvundur… les meira….

Hugurin flýgur – listaframsýning við marionettum og dreymum

9. apríl lat framsýningin “Hugurin flýgur” upp í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Hetta er mín fyrsta framsýning og tað er ein soloframsýning. Alt á framsýningi eru míni verk. Har eru allar marionettirnar, sum eg havi tilevnað síðani 2011 samt leikhúsið hjá Karavella Marionett-Teatri við pallmyndini til Dansa so væl og leingi. Tó… les meira….

FRUMSÝNING! Dansa so væl og leingi

Leingi er tað, ið væl skal vera, siga tey. Í hvussu so er hevur hesin leikurin verið leingi á veg, tað er næsta tvey ár síðani, at fyrsta hond varð løgd á marionettirnar og ætlandi skuldi leikurin havt frumsýning síðsta summar. Men so skuldi ikki vera. Men í dag, tann… les meira….

Hugurin flýgur í NLH: Dreymrúm, marionettir og leikur

Frá 9. apríl til 8. mai verður ein øðrvísi listaframsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Í samband við Barnafestivalin hevur Norðurlandahúsið heitt á meg at hava framsýning av øllum leikarahópinum hjá Karavella Marionett-Teatri, sum nú telur 32 marionettir og eisini leikhúsinum, har nýggi leikurin “Dansa so væl og leingi” fer at… les meira….

Ung í Føroym

Hesa seinastu tíðina hevur ikki nógv nýtt verið at sæð á hesi heimasíðuni. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Ung í Føroyum. Undirritaða er verkætlanarleiðari á stevnuni og eg taki mær m.a. av PR, heimasíðu og skráseting v.m. Hetta hevur so at siga tikið alla mína tíð seinastu tveir mánaðirnar,… les meira….

Tíma føroysk ung ikki at skriva?

Fyri jól skrivaðu Rithøvundafelagið, Nám og Norðurlandahúsið fyri aðru ferð út eina skrivikapping fyri 9. flokkar í Føroyum. Uppgávan var at skriva ein tekst, onkran tekst, yvir evnið 9.41. Frælsið var stórt, alt var loyvið uttan at skriva longri enn eitt vist. Vinningurin var heilt serligur: høvundarnir at trimum teimum… les meira….

Kom og les – Bókahúsið

Sunnudagin 6. apríl byrjar nakað heilt nýtt og spennandi!! Fyrsti barna og ungdomsbókafestivalurin Kom & les verður settur við spennandi framsýning í Norðurlandahúsinum. Tað er listamaðurin Sámal Blak sum hevur gjørt eitt Bókahús: eitt rúm, har alt sum er í einum vanligum hús er til staðar, men eisini ein rúgva… les meira….