Herverk á Karavella Marionett-Teatri

Tað góða lívið

20140619_7728-001At hava egið leikhús er fyri tað mesta ein gleði. Tað er sjálvandi hart arbeiði, men tað er eitt arbeið, eg sjálv havi valt og elski! Ja, eg elski veruliga alt við tí:

  • at gera ætlanir um, hvønn leik eg nú skal seta upp
  • at skriva leikrit
  • at moddelera og mála marionettir
  • at seyma búnar
  • at gera pallmynd og rekvisittir
  • at seta ljós!! (eg elski heilt øgiliga nógv gandin sum hendir, tá ljósini lýsa á pallmyndina)
  • at finna ljóð
  • at venja leikin
  • at hava frumsýning (hóast tað er øgiliga nervapirrandi)
  • at turnera úti um landið, koyra einsamøll út við leikhúsinum og bara uppliva!
  • at síggja øll tey fegnu andliti eftir sýningina, og hoyra spurningar so sum: “Vóru tær ordiliga livandi?” og “Hvar eru øll hini, sum spældu?”

Ja, tað er eitt gott lív at vera marionettleikhússtjóri 🙂 ….. Fyri tað mesta, altso…..

Herverk!

Tann 7. juli, tá vit vóru ávegis til Gjáar í lænt summarhús, og eg líka legði leiðina fram Sjónleikarhúsinum eftir onkrum, eg hevði liggjandi í leikhúsinum, møtti mær ein syndarlig sjón: Ein hurlivasi av fløktum og brotnum marionettum á mínum egna palli!

Eg havi leigað meg inn í Sjónleikarhúsið í summar, so eg kundi spæla nakrar bílagdar sýningar fyri stovnum/skúlum og síðani seta upp leiktjøld o.s.fr. til mín komandi leik. Hevði væntað, at um eg var í einum sjónleikarhúsið, so fóru øll sum komu har at skilja, at hetta eg hevði standandi her ikki vóru barnaleikur, men eitt arbeiðspláss við sera stórum bæði listarligum og materiellum virðum.

Men tað letur til, at eg havi mistikið meg 🙁

Her var ikki sýnd nøkur virðing fyri mínum arbeiði og tað vísti klárt, at her vóru nøkur menniskja, sum ikki skilja, at hetta er tað eg skal liva av, tað sum ger, at eg kann gjalda mínar rokningar og vera við til geva børnum hjá okkum mat í munnin o.s.fr.

Drekin Heyst hevur fingið nógv verst skaða. hann er størsta listaverki í leikinum, og nógv skroypiligastur. Hann hava ótangarnir bara hirt í gólvið.

Drekin Heyst hevur fingið nógv verst skaða. hann er størsta listaverki í leikinum, og nógv skroypiligastur. Hann hava ótangarnir bara hirt í gólvið.

Tað vísti seg, at rúmið, sum eg hevði avtalu um at leiga fyri 10 % av míni inntøku, Snikkarastova, hevði staðið opið út á geilar hvønn dag í meir enn eina viku. Nakrir handverkarar, sum arbeiddu uttanfyri Vertshúsið, høvdu fingið loyvi at hava amboð síni í Snikkarastovu, men teir høvdu ongan lykil fingið, so teir høvdu bara latið standa opið allan dagin!!! Handverkarar, sum onki høvdu við Sjónleikarhúsið at gera yvirhøvur! Altso hevði onkur í Sjónleikarhúsinum givið fremmandafólkið loyvi at ganga og mala í húsinum uttan nakra trygd fyri, at ongin gjørdi seg inn á virðini í húsinum.

Eg kann sostatt ikki fara til løgregluna við hesum herverkinum, tí einoghvør hevur havt møguleika at ganga har og tað er við loyvi frá teimum, sum varða av húsinum. Trygging havi eg onga, tí tann trygging eg fekk bjóða var øgiliga dýr, yvir 3000 kr um árið, sum er øgiligir pengar, tá tú ikki hevur annað at liva av, enn eitt marionettleikhús og ymiskt freelancearbeiði. Tryggingin hevði helst heldur ikki tikið við, tá rúmið ikki var læst….

Eg má tí finna meg í, at brúka nógvar tímar afturat í verkstaðnum at umvæla mínar neyars leikarar, tímar eg ikki kann arbeiða uppá mín nýggja leik ella vera í summarfrí saman við børnunum hjá mær, í krónum og oyrum í veruleikanum sera nógvir pengar, sum ongin fer at gjalda mær aftur. Og alt hetta, tí at har finnast fólk, sum ikki virða arbeiði hjá øðrum og lata børn ella unglingar spæla við listaverk.

Var hetta hent á einum vanligum arbeiðsplássi, har børn ella ung høvdu gjørt seg inn á teldur ella aðra skrivstovuútgerð, so hevði eg helst verið í eini aðrar støðu, men tað hevði ikki hent, tí fólk flest hava virðing fyri einum slíkum arbeiðsplássi.

Avleiðingarnar

Ein av avleiðingunum av hesi syrgiligu hending er, at eg ikki havi eitt stað at arbeiða við nýggja leikinum, sum eg seti upp í løtuni. Eg skuldi vera í Sjónleikarhúsinum til einaferð út í august, men av tí at eg ikki kann hava álit á húsinum, má eg nú leita mær eftir nýggjum hølum. Meira um hetta í næstu bloggu…..

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

3 Responses to Herverk á Karavella Marionett-Teatri

  1. Pingback: Karavella Marionett-Teatur søkir høli - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *