Frá 9. apríl til 8. mai verður ein øðrvísi listaframsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum.
Í samband við Barnafestivalin hevur Norðurlandahúsið heitt á meg at hava framsýning av øllum leikarahópinum hjá Karavella Marionett-Teatri, sum nú telur 32 marionettir og eisini leikhúsinum, har nýggi leikurin “Dansa so væl og leingi” fer at verða spældur.
Afturat hesum verða eisini Dreymrúm at síggja. Hetta eru smáir pallar ella Tableaux vivants, har vit sleppa at ímynda okkum okkara egnu søgur. Fyrstu ferð eitt av dreymrúmunum varð sýnt fram var á Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í 2015. Rúmini eru fólkað við løgnum fuglaverum og bera brá av surrealismu har ymsir lutir, ið ikki tykjast at hava samband hvønn við annan, eru settir saman.
Framsýningin í Dansistovuni hevur fingið navnið “Hugurin flýgur”.
Hetta er ein dreymauppgáva eg havi fingið frá Norðurlandahúsinum og í løtuni fer øll mín orka at arbeiða uppá hesa verkætlan, t.v.s. venja leik, gera marionettir lidnar og framleiða Dreymrúm. Vit síggjast í Norðurlandahúsinum tann 9. apríl!