Fyri nøkrum døgum síðani kundi eg bara konstaterað, at tað ikki hjálpir tær sum listafólk at fáa viðurkenning, í hvussu so er ikki, um tú skalt fáa nakra peningarliga løn at arbeiða fyri. At eg í fjør fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, var tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og tilnevnd til barnabókanobel: ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award), hevði onga ávirkan á nevndina í Mentanargrunni Landsins. Svarið uppá umsóknir mínar um starvsløn, so at eg kann skriva fleiri bøkur, fekk eg í gjár:
“Umsóknir tínar verða ikki gingnar á møti.”
Í fjør fekk eg 3 mðr. stavsløn. Hetta var góð hjálp og eg fekk gjørt eitt handrit liðugt, sum hevur bíðja sera leingi. Skaldsøgan “Hon, sum róði eftir ælaboganum” kemur væntandi út í byrjanin av mars. Men í ár skal eg so ikki stuðlast til at skriva, hóast at eg havi fleiri stórar skriviverkætlanir, sum bíðja í telduni, og opinbart fólk, sum halda, at eg geri tað nóg gott til at fáa viðurkenningar.
Eg kann annars viðmerkja, at tað at fáa tríggjar tryggar mánaðarlønir í fjør, gjørdi at eg í hvussu so er visti, at eg fekk goldið bankanum tað, sum hann vil hava. Tað er ein ræðuliga stór hjálp hjá einum, sum annars ongar fastar inntøkur hevur.
Annars vil eg nýta høvi til at upplýsa, at hóast løn fylgdi við barnamentanarheiðurslønini, (nóg mikið til at fáa gjørt tær stóru tannviðgerðir eg ikki havi havt ráð til í nógv ár) so geva tilnevningarnar IKKI nakar inntøku og at eg IKKI fái skriva fleiri bøkur fyri tær. Tíverri, tí eg vildi so hjartans fegin skriva. Ja, satt at siga vil eg enn fegnari skriva, eftir at hava fingið at vita, at tað faktisk eru fólk, sum halda, at eg eigi at fáa viðurkenning fyri tað, eg longu havi gjørt.
Til almenna upplýsing, so tekur tað í minsta lagið eitt ár at skriva eina góða skaldsøgu (og her meini eg fulla tíð, ikki eitt sindur av smáskriving her og har millum alt annað tú gert fyri at liva), og lønin tú fært fyri hesa skaldsøguna, svarar til eina ½ arbeiðsmannamánaðarløn, altso ½ mánaðarløn fyri eitt ársverk. (Hetta er eitt mett tal, tí tað kann væl taka meira enn eitt ár at skriva eina skaldsøgu, og tað kann helst í nøkrum førum taka minni, men tað man vera sjálvdan.) Er tað nakar, sum kann siga mær, hvør kann liva av tí?
Landsins lægstlønu eru og vera rithøvundar, men kortini skullu vit “løbe spidsrod” í fjølmiðlunum hvørt ár, tá starvslønirnar verða býttar. Vit verða spotta og illgruni sáddur við okkum av fólki, sum fáa sína mánaðarløn hvønn mánað og sita trygg í sínum. Øll vilja fegin hava bøkur, væl at merkja góðar bøkur, men ongin vil gjalda fyri, at tær verða skrivaðar! Góðar skaldsøgur vera sera sjáldan skrivaðar uttan stuðul. Hygg bara at nøgdini av skaldsøgum, sum kemur út í Føroyum, sum eru upprunabøkur: Tað er ikki nakað at reypa av. Men nøgdin av peningi, sum verður latin høvundum at skriva fyri, er heldur ikki nakað at reypa av. Nøgdin av pengini, sum verður latin listafólki her í landinum sum heild , er heldur ikki nakað at reypa av…….
So ja, í ár fari eg helst ikki at skriva nógv. Eg fari at royna at fáa nógvar sýningar til Karavella Marionett-Teatur, siga ja til øll smáarbeiði, eisini tey, sum als ikki geva løn í mun til arbeiði, og vónandi kann eg finna uppá onkrar størri verkætlanir, sum eg kanska fáa eina veruliga løn fyri, hóast hon ongantíð nakrantíð ferð at líkjast mánaðarlønini hjá bankastjórunum (sumhelst ikki arbeiða fleiri tímar um mánaðin enn eg). Og so annars biðja til gudarnar um at eg fái ALMA, men tað er nøkunlunda tað sama sum at biðja um gott veður her í vetur: Púra ósannlíkt!
Meira um starvslønir og Mentanargrunnin í næstu bloggu.
Pingback: Íløgur í listafólk - Rakel Helmsdal