Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni leikin SKRÍMSLALÍV á skránni. Les um leikin við at tøppa á myndina.
Til ber at bíleggja sýningar út á tykkar stovn/skúla/fyritøku.
Bílegging:
Hevur tú hug at bíleggja eina ella fleiri sýningar av SKRÍMSLALÍV, kanst tú seta teg í samband við Karavella Marionett-Teatur her:
Karavella Marionett-Teatur
att: Rakel Helmsdal
handan Á 3B
100 Tórshavn
tlf: 316596/216596
t-postur: rakel(kurla)helmsdal.fo
Um ferðandi leikhúsið:
Karavella Marionett-Teatur er eitt ferðandi leikhús og tí ber til at bíleggja eina sýning út nærum allastaðni í landinum.
Karavella á ferð:
Karavella Marionett-Teatur kann koma út á tykkara skúla, stovn ella fyritøku. Hjá tykkum krevst bara eitt rúm, sum kann myrkaleggjast.
Av og á ber eisini til hjá tykkum at koma til okkara. Leikhúsið hevur í ávísum tíðarskeiðum innivist í væl egnaðum hølum í Havn. Vitja aftur á heimasíðuna at vita nær hesi eru ella nær almennar sýningar eru á skrá.
Hent at vita:
- Høli á stødd við vanliga skúlastovu kann nýtast. Tó ongantíð lægri til loftið enn uml. 2,5 m.
- Hølið má kunna myrkaleggjast. (Saknast myrkaleggingartjøld, ber til at nýta svartar plastposar. Karavella Marionett-Teatur átekur sær ikki myrkaleggingina.)
- Ein vanlig streymkontakt má vera tøk.
Prísur:
- 3500 kr fyri hvørja sýning
G.G:
- Tvær sýningar kunnu verða um dagin (í serligum førum tríggjar). 1 til 1½ tíma millum sýningarnar.
- Til ber t.d. at fleiri stovnar (t.d. skúli og dagstovnur) bíleggja sýningar saman.
- Karavella Marionett-Teatur vitjar allastaðni, har til ber at koma við leikhúsbilinum.
Pingback: Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal
Pingback: Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal