Í gjár komu gleðiligu boðini um, at Klandursskrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Rakel Helmsdal og Kalle Güettler er innstilla til ta stóru nýggju barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá norðurlendska ráðharraráðnum. Tað er Ísland, sum hevur innstilla bókina.
Fyri Føroyar var bókin “Skriva í sandin” hjá Marjun S. Kjelnæs innstillað. Sostatt eru ikki minni enn tveir føroyskir høvundar tilnevndir, hóast Føroyar bara hevur rætt at innstilla ein.
Í oktober eru øll allir tilnevndir høvundar bodnir til Oslo. Har verður stór gallaútnevning a la eina Oscarhandan.
Her er listin yvir øll tey tilnevndu.
Pingback: Skrímslini í operuni - Rakel Helmsdal
Pingback: Tillukku Bárður! - Rakel Helmsdal