Kom og les – Bókahúsið

Veiða vind í ovninum....

Veiða vind í ovninum….

Sunnudagin 6. apríl byrjar nakað heilt nýtt og spennandi!! Fyrsti barna og ungdomsbókafestivalurin Kom & les verður settur við spennandi framsýning í Norðurlandahúsinum.

Tað er listamaðurin Sámal Blak sum hevur gjørt eitt Bókahús: eitt rúm, har alt sum er í einum vanligum hús er til staðar, men eisini ein rúgva av verum úr føroyskum barnabókum.

Sigur Sámal Blak við Norðurlandahúsið um Bókahúsið:

“Tá eg fekk uppgávuna, kundi eg frítt skapa eitt univers við myndabókum, sum vóru útgivnar í 2008-2013. Endamálið var at skapa ein heim við lutum og verum úr søgunum, so at hesar fingu eitt nýtt lív uttan fyri bøkurnar. Eg vildi seta hugflogið í gongd hjá hyggjarunum. Ein góður máti at gera tað, er at brúka lutir úr okkara gerandisdegi upp á ein nýggjan og stuttligan máta. Eg valdi eini hús sum rammu um framsýningina, tí í einum húsum eru nógvir gerandislutir at finna. Eg helt, at bókahúsið mátti vera svart og hvítt, tí bókasíðurnar eru hvítar og teksturin svartur. Síðan eru myndirnar við liti og koma tískil lætt í fokus, júst sum verurnar í bókahúsunum.”

Til framsýningina verður eitt stuttligt uppgávuhefti, so áskoðararnir kunnu royna seg í, hvussu væl tey kenna føroyskar barnabøkur.

Kom og les

 

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Kom og les – Bókahúsið

  1. Pingback: Skrímsl og Miljusøgur í Sunda kommunu - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *